Arbeiðsfólk til Sundsverkið

Sundsverkið Kvøld (3)

Vit sóknast eftir einum røskum og ábyrgdarfullum starvsfelaga til at vera við til at halda Sundsverkið reint og dagført. Talan er um fast fulltíðarstarv, og ynskið er, at tú kanst byrja sum skjótast.

Uppgávur
Sundsverkið er oljurikið elverk, og tað er sera týdningarmikið at halda verkið reint og ruddiligt. Tínar arbeiðsuppgávur verða í stóran mun at vaska og rudda runt á verkinum. Matrikulin, har gerast skal reint, er 500 metrar úr øðrum endanum í hin, og harumframt eru nógvar trappur. Tí er tað ein fyrimunur at vera kropsliga væl fyri.
Tín høvuðsábyrgd verður, saman við øðrum, at halda alt økið reint og væl røkt. Aðrar uppgávur eru at reinsa filtur, handfara sápur/kemikaliur eftir strongum HTU-forskriftum, reingera maskinlutir og aðrar fyrifallandi uppgávur. Sjálvandi fært tú neyðugu upplæringina, so starvið kann røkjast til fulnar. Arbeiðstíðirnar eru kl. 8.00-16.00 mánadag til fríggjadag.

Sundsverkið
Tilsamans 40 fólk starvast á Sundsverkinum, sum hevur ein samlaðan framleiðslumátt á 82 MW.
Afturat Sundsverkinum er dagtangahúsið við goymslu og har viðgerð av olju, smyrjiolju, evju og spillvatni fer fram.

Tú
Vit vænta, at tú ert arbeiðsfús/ur, fryntlig/ur, hevur góð samstarvsevni og dugir at samskifta á føroyskum ella skandinaviskum.
Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.

Sev
Hjá Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

Setanar- og lønarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Matras, verkmeistara, á Sundsverkinum, á telefon 286914. Umsóknarfreistin er 20. november 2026.
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Arbeiðsfólk Sundsverkið.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

20. november 2026

Sundsverkið

starv@sev.fo

Eyðuni Matras, verkmeistari, telefon 286914

eym@sev.fo