Arbeiðsfólk til Sundsverkið

Vit sóknast eftir einum røskum og ábyrgdarfullum starvsfelaga til at vera við til at halda Sundsverkið reint og dagført.  Talan er um fast fulltíðarstarv, og ynskið er, at tú kanst byrja sum skjótast.

 

Uppgávur

Sundsverkið er oljurikið elverk, og tað er sera týdningarmikið at halda sjálvt verkið og maskinlutirnar reinar. Tínar arbeiðsuppgávur verða í stóran mun reingerð av maskinlutum, og at halda verkið reint.  Matrikulin, har gerast skal reint, er 500 metrar úr øðrum endanum í hin, og harumframt eru nógvar trappur. Tí er tað ein fyrimunur, um tú ert kropsliga væl fyri.

 

Tín høvuðsábyrgd verður, saman við øðrum, at halda alt økið reint og væl røkt. Aðrar uppgávur eru at ganga til handa, rudda, reinsa filtur, handfara sápur og kemikaliur eftir strongum HTU-forskriftum, og reingera maskinlutir. Sjálvandi fært tú neyðugu upplæringina, so starvið kann røkjast til fulnar. Arbeiðstíðirnar eru kl. 8.00-16.00 mánadag til fríggjadag.

Sundsverkið

Tilsamans 40 fólk starvast á Sundsverkinum, sum hevur ein samlaðan framleiðslumátt á 82 MW.

Afturat Sundsverkinum er dagtangahúsið við goymslu og har viðgerð av olju, smyrjiolju, evju og spillvatni fer fram.

Vit vænta, at tú ert arbeiðsfús/ur, fryntlig/ur, og dugir væl at samskifta og samstarva. Tað er sum nevnt, ein fyrimunur at vera kropsliga væl fyri.

 

Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.

 

 

Sev

Hjá Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi í tann mun tað ber til.

  

 

Setanar- og lønarviðurskifti                                                                                                                     

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Umsóknin

Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Matras, verkmeistara, á Sundsverkinum, á telefon 286914. Umsóknarfreistin er 5. juni 2026.

 

Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: arbeiðsfólk Sundsverkið.

 

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

 

05. juni 2026

Sundsverkið

starv@sev.fo

Eyðun Matras, verkmeistari

eym@sev.fo