SEV   /   Um okkum   /   Sev - fólksins ogn   /   Sev starv   /   Verkfrøðingur til Sev

Verkfrøðingur til Sev

Verkfrøðingur til Sev

Vit sóknast eftir dugnaligum maskinverkfrøðingi til fjøltáttað starv á verkfrøðideildini.

 

Starvið

Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. Tú verður partur av verkfrøðideildini, ið hevur nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur innan elframleiðslu og býtisvirkir. Á verkfrøðideildini arbeiða vit við nógvum ymiskum verkætlanum innan vatnorku, oljuriknu framleiðsluverkunum,  vindorku, sólorku, sjóvarfalsorku og pumpuskipan. 9 fólk starvast á deildini.

Innan býtisvirkini verður m.a. arbeitt við koblingarstøðum, battarískipanum, synkronkompensatorum. Eisini verður arbeitt við ymiskum scada- og DCS skipanum. Umframt hetta hevur verkfrøðideildin tætt samstarv við menningardeildina, og fært tú tí møguleika at verða við til at leggja til rættis stóru útbyggingarnar, ið standa fyri framman, bæði av elnetinum og á elframleiðsluøkinum. 

Títt arbeiðsøki verður verkætlanarleiðsla,  málsviðgerð fyri framleiðsludeildina, og ymiskar rakstraruppgávur innan framleiðslu og býtisvirki.

 

Vit vænta, at tú hevur útbúgving sum maskinverkfrøðingur. 

Vit vænta eisini, at tú dugir væl at samskifta, samstarva og arbeiða sjálvstøðugt. At tú ert væl skipað/ur í tínum arbeiði, og hevur bindindi til nakað av skrivligum arbeiði, eitt nú at gera tøkniligar og fíggjarligar frágreiðingar. 

Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil. Alt landið er arbeiðstaður tín, og tí verður talan um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðum. Arbeitt verður tó út frá skrivstovuni á Landavegnum í Tórshavn.

 

Sev

Vit bjóða tær:

 

  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

Vit er av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.

 

Løn

Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Høgna Hansen, leiðara á verkfrøðideildini, á telefon 210356. Umsóknarfreistin er 29. apríl 2024. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda umvegis teldupost til: starv@sev.fo, viðmerk: verkfrøðingur til verkfrøðideildina

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking