Vit sóknast eftir dugnaligum verkfrøðingi til fjøltáttað starv á Verkfrøðideildini.
Starvið
Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. Tú verður partur av Verkfrøðideildini, ið hevur nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur innan elframleiðslu og býtisvirki. Á deildini starvast 9 fólk. Á Verkfrøðideildini arbeiða vit við fleiri ymiskum verkætlanum innan vatnorku, oljuriknu framleiðsluverkunum, vindorku, sólorku, sjóvarfalsorku og pumpuskipan.
Innan býtisvirkini verður m.a. arbeitt við koblingarstøðum, battarískipanum, synkronkompensatorum. Eisini verður arbeitt við ymiskum scada- og DCS skipanum. Umframt hetta hevur verkfrøðideildin tætt samstarv við Menningardeildina, og fært tú tí møguleika at verða partur av teim stóru útbyggingunum, ið liggja fyri framman, bæði av elnetinum og á elframleiðsluøkinum.
Títt arbeiðsøki verður verkætlanarleiðsla, málsviðgerð og gerð av stutt- og langtíðarætlanum fyri Framleiðsludeildina, og annars rakstraruppgávur innan framleiðslu og býtisvirkir.
Tú
Vit vænta, at tú hevur útbúgving sum maskinverkfrøðingur, elverkfrøðingur ella líknandi.
Vit vænta eisini, at tú dugir væl at samskifta, samstarva og arbeiða sjálvstøðugt. At tú ert væl skipað/ur í tínum arbeiði, og hevur bindindi til nakað av skrivligum arbeiði, eitt nú at gera tøkniligar og fíggjarligar frágreiðingar.
Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil. Alt landið er arbeiðstaður tín, og tí verður talan um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðum. Arbeitt verður tó út frá skrivstovuni á Landavegnum í Tórshavn.
SEV
Vit bjóða tær:
SEV er av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.
Løn
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Høgna Hansen, leiðara á Verkfrøðideildini, á telefon 210356. Umsóknarfreistin er sunnudagin 19. mars 2023. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv@sev.fo
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.