Ver við til at tryggja elnetið í Føroyum

Ver við til at tryggja elnetið í Føroyum

Vit sóknast røskum fólki at arbeiða sum montørar á Rakstrardeildini hjá SEV. Á Rakstrardeildini starvast í løtuni 26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan lág- og háspenningsøkið, og sum fegin læra frá sær. Rakstrardeildin røkir uppgávur um allar Føroyar, og tí arbeiða starvsfólkini á deildini runt alt landið.

Starvið

Talan er um eitt spennandi starv við sera fjølbroyttum arbeiðsuppgávum sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum. Á Rakstrardeildini eru dagarnir sjáldan eins. Eina dagin kanst tú draga káplar í einum tunli undir havsins botni, og næsta  dagin stendur tú ovast í eini elmastur í føroysku fjøllunum. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí kann talan verða um skiftandi arbeiðstíðir og nakað av ferðing.

Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú aftrar teg ikki við at fara undir nýggjar avbjóðingar, tú ræðist ikki hæddir, og tú trívist við at arbeiða úti í frískari luft. Vit vænta somuleiðis, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil, og ert væl fyri kropsliga.

SEV

Vit bjóða tær:

  • upplæring,
  • ávirkan á egið arbeiði,
  • viðkomandi skeið.

Løn

Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jákupi Martin á Válinum, økisleiðara, á telefon 594795. Umsóknarfreistin er sunnudagin 22. januar 2023.

Send umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum til:  starv@sev.fo, viðmerk: Montør

  

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 175 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking