Tænastusinnaður elektrikari til elmálaratoymið

Tænastusinnaður elektrikari til elmálaratoymið

Ert tú eldhugaður elektrikari, sum trívist við at veita viðskiftafólki framúr tænastu?

Uppgávur
Í Føroyum eru 27.000 elmálarar, sum elmálaratoymið hevur undir hond. Elmálararnir í Føroyum eru fjaravlisnir, og uppgávan hjá tær verður  í høvuðsheitum uppsetan, útskiftan og aðrar uppgávur, sum hava við málararnar at gera.

Elmálaratoymið er partur av innleggingardeildini, og toymið hevur uppgávur um alt landið  og  uppmøtinagarstaður er á Havnaverkinum í Gundadali. Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

  • Dagføring av málaraskipanum
  • Góðskutrygd av elmálarum
  • Teknisk kundatænasta


Tú ert útbúgvin elektrikari og vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Tú ert fyrikomandi, nærløgd/lagdur og arbeiðir sjálvstøðugt.

Vit vænta eisini, at tú hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit. Eisini er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.

Størsti parturin av arbeiði tínum fer fram heima hjá viðskiftafólkum okkara. Tískil er umráðandi, at tú ert tænastusinnað/ur og hevur ein virðiligan og fryntligan atburð mótvegis viðskiftafólkum okkara.

Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tískil verður talan um nakað av ferðing, og stundum eru arbeiðstíðirnar eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Ynskið er eisini, at tú kennir teg aftur í virkisvirðum okkara, sum eru: samstarv, eldhugi og virðing.


SEV
Tú fært sjálvsagt neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fært um hendi.

SEV bjóðar tær:

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið


Løn
Starvið er sett sambært sáttmála millum SEV og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Thomas A. Thomsen, toymisleiðara á telefonnr: 225506 ella Eyðun Djurholm, leiðari á innleggingardeildini á telefonnr: 225516.  Umsóknarfreistin er mikudagin 14. apríl 2021.

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til: starv@sev.fo

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk eru í føstum starvi í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking