SEV   /   Um okkum   /   SEV - fólksins ogn   /   SEV starv   /   Størv á Sundsverkinum

Størv á Sundsverkinum

Størv á Sundsverkinum

SEV sóknast eftir starvsfólkum til Sundverkið. Vit sóknast eftir tveimum maskinsmiðum, tveimum maskinmeistarum og einum arbeiðsfólki til reingerð og viðlíkahald. Talan er um føst fulltíðarstørv.

Um Sundsverkið

Tilsamans 34 fólk starvast á Sundsverkinum, sum er oljurikið elverk við einum samlaðum framleiðslumátti á 82 MW. Tíggju dieselmotorar og við hjálparskipanum.

  • 2 x B&W Diesel 12L55GSCA 12,4 MW 1984/1989
  • 2 x MAK 9M43 8 MW 2001/2004
  • 2 x MTU 20V4000G63L 2,4 MW
  • 4 x MAN 51/60 9,2 MW 2019

Brennievnið er tungolja RMG 380, og verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan av slagnum ABB 800 xA. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.

Afturat Sundsverkinum er dagtangahús, goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, evju og spillvatni fer fram.

Í 2019 er ein umfatandi víðkan av Sundsverkinum framd. Hetta merkir, at 4 nýggir motorar - MAN 51/60 9,2 MW, við roykreinsan og alskyns nútímans útgerð verða tikin í nýtslu.

SEV

Vit bjóða tær:

  1. Gott arbeiðsumhvørvi
  2. Væl skipað viðurskifti
  3. Smidligar arbeiðsumstøður
  4. Fjøltáttaðan arbeiðsdag

Maskinsmiðir til Sundsverkið

SEV sóknast eftir tveimum maskinsmiðum til Sundsverkið. Talan er um uppnormeringar.

Tú ert útbúgvin maskinsmiður og tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir og førleikar at sveisa. Eisini er neyðugt, at tú ert væl fyri kropsliga.

Vit vænta, at tær bæði dámar og megnar væl at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Arbeiðsuppgávurnar 

Viðlíkahald og umvælingar verða í stóran mun gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum. Tískil er talan um nógvar ymiskar uppgávur.

Arbeiðsdagarnir eins væl og uppgávurnar eru fjølbroyttar, og umráðandi er, at tú trívist við hesum og hevur lætt við at umstilla teg.

Stundum er talan um uppgávur ein sjálvur kann loysa, aðrar tíðir er neyðugt at lyfta í felag og annars at vera fúsur at taka eina hond í, har tað er neyðugt.

Vit ímynda okkum eisini, at tú ert sinnaður at geva títt íkast til, at lærlingar okkara fáa eina góða lærutíð við hollari vitan og førleikum.

Arbeiðstíðirnar eru kl. 08.00 – 16.00 mánadag til fríggjadag. Av og á kann yvirtíð væntast.

Løn                                                                                                                                 

Starvið er lønt sambært sáttmálanum hjá Handverkarafeløgunum.

Umsóknin

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á telefon 286912, ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á telefon 218419.

Umsóknarfreistin er mikudagin 26.  januar 2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo

Maskinmeistarar til Sundsverkið 

Vit sóknast eftir dugnaligum maskimeistarum vid fullari útbúgving til at reka og røkja størsta framleiðsluverkið hjá SEV.

Uppgávur

Arbeiðið á Sundsverkinum er at hava um hendi dagligu elframleiðsluna. Harumframt verða viðlíkahald og umvælingar gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum.

Vanligu arbeiðstíðir tínar vera frá kl 08.00 – 16.00 mánadag til fríggjadag, men væntast kann eisini nakað av avloysingum í vaktini.

Vit vænta, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.

Løn                                                                                                                                 

Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið, lønarflokkur 12. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann av og á roknast við vaktargjøldum og møguliga eisini úrtíðarløn.

Umsóknin

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á telefon 286912, ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á telefon 218419.

Umsóknarfreistin er mikudagin 26.  januar 2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

T-postur: starv@sev.fo

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 175 ársverk eru hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Starvsfólk til reingerð á Sundsverkinum

Vit sóknast eftir einum arbeiðssomum fólki til reingerð.

Tú 

Vit vænta, at tú ert arbeiðsfús/ur, fryntlig/ur og dugir væl at samskifta og samstarva. Eisini dugir tú væl at arbeiða sjálvstøðurgt og tú ger tær ómak.

Tað er ein fyrimunur, at tú ert væl fyri kropsliga, við tað at tú í reingerðararbeiði tínum kemur víða um á stóra matriklinum.

Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.

Uppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru í stóran mun reingerð. Størsti parturin av arbeiðsuppgávunum verður sannlíkt at vaska gólv og maskinlutir. Matrikulin, har gerast skal reint, er 500 metrar úr enda í annan, og eisini eru nógvar trappur.

Tín ábyrgd verður, saman við øðrum, at halda matrikulin í góðum standi í mun til reingerð. Aðrar uppgávur eru at avgreiða ymisk ørindi, rudda, handfara sápur og kemikaliur eftir strongum HTU-forskriftum og at gagnnýta vaskimaskinu til maskinlutir. Sjálvandi fært tú neyðugu upplæringina, so starvið kann røkjast til fulnar.

Arbeiðstíðirnar eru frá kl. 08.00 – 16.00 mánadag til fríggjadag.

Løn                                                                                                                                 

Starvið er lønt sambært sáttmálanum hjá Arbeiðarafelagnum.

Umsóknin

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á telefon 286912, ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á telefon 218419.

Umsóknarfreistin er mikudagin 26. januar 2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking