Vilt tú geva títt íkast til at reka og menna føroysku elmálaraskipanina grønu kósini at frama?
Serfrøðingurin í el- málaratoyminum hjá SEV setir sín dám á el-málaraparkina hjá SEV. Talan er um eitt nýtt starv, sum er partur av av el-málaroyminum, undir innleggingardeildini hjá SEV.
Starvið
Saman við dugnaligu starvsfeløgum tínum gevur tú títt íkast og hevur ábyrgdina av teimum smáum 30.000 fjarmálarunum hjá SEV. Talan er í stóran mun um rakstur, viðlíkahald og at góðskutryggja málaraparkina. Og sjálvsagt fært tú eisini møguleikan at menna teg og átaka tær aðrar uppgávur eftir áhuga og førimuni.
Áhaldandi og stór menning fer fram innan økið, tú fært møguleikan at seta tín dám á framtíðarloysnir.
Arbeiðsuppgávurnar eru bæði á skrivstovuni á Landavegnum og úti um landið. Tú verður partur av einum toymi, og í felag loysa tit nógvar ymiskar uppgávur. Stundum eru uppgávurnar av handverksligum slag við amboðum, og stundum arbeiðir tú við KT-skipanum.
Góð upplæring er ein sjálvsøgd fortreyt, so tú kennir teg ílatna/n til uppgávuna.
Partur av uppgávuni hjá tær er at ráðgeva og vegleiða starvsfelagum á ymsu deildunum hjá SEV og viðskiftafólkum okkara.
Tú hevur skrivstovu í Havn, men allar Føroyar eru arbeiðsstaður tín, tískil kemur tú runt alt landið. Væntast kann, at nakrar av uppgávunum liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Tú
Tú hevur skil og áhuga fyri bæði el og KT. Tað er ikki ein treyt, at tú hevur arbeitt við málaratøkni ella M2M samskifti, men alneyðugt er, at tú ert áhugaður í at seta teg gjølla og væl inn í bæði økini.
Tú ert virkisfús/ur og trívist við frælsi undir ábyrgd, har tú sjálv/ur skipar arbeiðsdagin. Tú hevur forstáilsi fyri, at neyðugar mannagongdir eru fyri fleiri av uppgávunum, meðan aðrar uppgávur geva møguleika fyri at frælsi og at seta sín egna dám á uppgávuloysnini.
Vit vænta, at tú:
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eina handverksliga útbúgving og møguliga royndir sum elektrikari ella líknandi og um tú hevur royndir við feilfinning.
SEV
Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar. SEV bjóðar eisini:
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er SEV, Landavegur 92, Tórshavn. Viðkomandi, ið settur verður, skal tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Talan er um fast fulltíðarstarv at byrja sambært avtalu.
Nærri upplýsingar og umsókn
Um tú ert áhugað/ur í starvinum og hevur eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Thomas Arnold Thomsen, toymisleiðari El-málaratoymið, á tlf. 225506. Umsóknarfreistin er sunnudagin 22. januar 2023.
Umsóknin saman við viðkomandi prógvum, verður at senda við telduposti til:
viðmerk undir evni: serfrøðingur, el-málaratoymið
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 175 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er ein fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.