Økisleiðari til Rakstrardeildina hjá Sev í meginøkinum

Økisleiðari til Rakstrardeildina hjá Sev í meginøkinum

Vit sóknast eftir virkisfýsnum leiðara at røkja elnetið í meginøkinum 

Starvið

Útbyggingarnar í samfelagnum og grøna orkuskiftið seta stór krøv til eitt vælútbygt, dagført og trygt elnet.

Rakstrardeildin hevur um hendi nýgerð og viðlíkahald av trafostøðunum, umframt linju- og kaðalnetinum um landið.

Tú fært ábyrgd av 27 dugnaligum og royndum starvsfólkum við ymiskum fakligum førleikum. Fakbólkarnir á Rakstrardeildini eru montørar, elektrikarar og elinstallatørar. Økisleiðarin hevur skrivstovu á Havnarverkinum í Tórshavn.

Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkahópinum á Rakstrardeildini eru sera fjølbroyttar. Ein umráðandi partur av uppgávuni hjá økisleiðaranum er at kenna til uppgávurnar, fyrireika, samskipa og ganga á odda fyri verkætlanum, stórum sum smáum, og býta tær á ein hátt, har øll starvsfólkini verða og kenna seg tikin við upp á ráð.

At samskipa eftirlit av linjum, elskápum og transformarastøðum verður eisini ein partur av starvsøkinum.

Neyðugt er, at tú sum økisleiðari ert fyrikomandi, og dugir væl at samskifta við starvsfólk, veitarar, kommunur og landsmyndugleikar.

Ein hin týdningarmiklasta uppgávan hjá leiðaranum er at virka fyri góðum trivnaði hjá starvsfólkunum, og fyri at tey kenna seg gagnnýta sínar førleikar væl.

Vit vænta, at økisleiðarin er tøkur, eisini eftir vanliga arbeiðstíð, um tørvur er á tí.

Persónligir eginleikar

Vit vænta, at tú:

  • ert arbeiðssom/samur, ágrýtin og ábyrgdarfull/ur
  • ert sjálvstøðug/ur
  • dugir at skapa gott arbeiðsumhvørvi
  • ert semjusøkjandi
  • megnar væl at arbeiða yvirskipað, men eisini dugir at sparra um fakliga partin
  • ert jalig/ur av lyndi
  • dugir at lurta – ert áhugað/ur í sjónarhornunum hjá starvsfólkunum
  • torir at taka avgerðir, uttan at brenna brýr – eisini tá harðast leikar á

Fakligir førleikar

Umráðandi er, at tú hevur eltekniska útbúgving.

Hevur tú ikki leiðararoyndir at vísa á, er umráðandi, at tú ert fús/ur at fáa leiðaramenning/útbúgving.

Vit vænta, at tú hevur góðar telduførleikar, og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir. Harumframt krevst vitan um lógarásettu krøvini, ið verða sett til økið. Eisini er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.

SEV

Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar. Sev bjóðar eisini:

  • fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

Løn

Økisleiðarin í meginøkinum er løntur í lønarflokki 35 eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumaður.

​​​​​​​

Umsóknin

Um tú ert áhugað/ur í starvinum og hevur eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Jákup Martin á Válinum, deildarleiðara fyri Rakstrardeildina, á telefon 594795. Umsóknarfreistin er týsdagin 6. februar 2024. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til: starv@sev.fo, viðmerk: Økisleiðari meginøkið.

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá SEV virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking