SEV sóknast maskinmeistara til fulltíðarstarv á Sundsverkinum
Arbeiðið á Sundsverkinum er at hava um hendi, dagligu elframleiðsluna. Harumframt verða viðlíkahald og umvælingar gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum.
Vanligu arbeiðstíðir tínar vera frá kl 8 – 16 mánadag til fríggjadag, men væntast kann eisini vaktararbeiði.
Tilsamans 40 fólk starvast á Sundsverkinum, sum er oljurikið elverk við samlaðum framleiðslumátti á 82 MW. Tíggju dieselmotorar og hjálparskipanir eru:
Brennievnið er tungolja RMG 380, og verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan av slagnum ABB 800 xA. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.
Í 2018 varð nýtt dagtangahús tikið í nýtslu, har goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, evju og spillvatni fer fram.
Í 2019 er ein umfatandi víðkan av Sundsverkinum framd. Hetta merkir, at 4 nýggir motorar - MAN 51/60 9,2 MW, roykreinsan og alskyns nútímans útgerð verða tikin í nýtslu.
Vit vænta, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.
Kann verða fyrimunur um tú hevur hollan eltekniskan førleika. Eisini kann tað vera ein fyrimunur at hava royndir við elveiting og arbeiðið á oljuriknum elverki.
Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið, lønarflokkur 12. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn, kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.
Vit bjóða tær:
Málið er, at øll orka á landi er 100% grøn í 2030. Í nøkur ár áfturat er tó tørvur á munandi elframleiðslu á Sundsverkinum, men um fá ár fer framleiðslan á Sundsverkinum at minka munandi. Vit eru ivaleys um, at rúm kortini verður fyri dugnaligu maskinmeistarum okkara eisini eftir hetta.
Verandi og komandi arbeiðsuppgávur hjá SEV verða eisini framyvir nógvar og meiningsfullar. Talan er um eitt stórt arbeiðspláss, har fólk javnan velja at nema sær nýggja vitan og førleikar frá einari uppgávu til aðra ella frá einari deild til aðra.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á telf.nr. 286912, ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á tel. 218419.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 24. februar 2023. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo
SEV hevur veitingartrygd, og tryggjar tí føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 175 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.