SEV   /   Um okkum   /   Sev - fólksins ogn   /   Sev starv   /   Løgfrøðingur til Sev

Løgfrøðingur til Sev

Løgfrøðingur til Sev

Trívist tú við at veita góða løgfrøðiliga ráðgeving, og ert tú von/vanur at samskifta við nógv ymisk fólk? Vit sóknast eftir hollum og eldhugaðum løgfrøðingi

 

Starvið 

Talan er um nýtt fulltíðar starv, sum tú verður við til at mynda saman við Sev. Løgfrøðingurin hevur tilvísing til deildarstjóran fyri fyrisitingarliga økið hjá Sev, og starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Landavegnum.

 

Starvsøkið verður fjølbroytt. Tú fert at samstarva við eitt nú leiðslu, deildir hjá Sev, samstarvspartar innan tekniska og fyrisitingarliga økið, myndugleikar, eftirlit og aðrar áhugabólkar.

 

Uppgávurnar í starvinum eru m.a. at:

 

·       ráðgeva um løgfrøðilig viðurskifti

·       arbeiða við avtalum, sum t.d. leiguavtalum, keypsavtalum, lániavtalum, tryggingaravtalum, KT-avtalum, tilboðum og útbjóðing - í samstarvi við veitarar og ráðgevar

·       fyrireika løgfrøðilig mál og samstarva við aðrar deildir um løgfrøðiligar fyrispurningar

·       avgreiða fyrisitingarligar spurningar og innlitsmál

·       eftirhyggja og menna mannagongdir

 

Tínir førleikar

Tú ert útbúgvin løgfrøðingur. Umráðandi er, at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og at tú hevur fakligar førleikar at ráðgeva í viðkomandi málum.

 

Vit vænta, at tú 

 

·       leggur dent á samstarv við starvsfelagar, myndugleikar og viðskiftafólk

·       dugir væl at orða teg í skrift og talu, bæði á føroyskum, donskum og enskum

·     ert von/vanur við at arbeiða sjálvstøðugt 

·       ert framsøkin 

·       ert tænastusinnað/-ur 

·       ert arbeiðssom/-samur og vælgjørd/-ur

·       torir at taka avgerðir uttan at brenna brýr – eisini, tá harðast leikar á 

·       hevur eitt jaligt lyndi 

  

 

Sev

Vit taka væl ímóti tær, og tú fært neyðuga kunning og viðkomandi innlit, so tú kanst fara til verka.

 

Vit bjóða eisini: 

 

·     fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa 

·       ávirkan á egið arbeiði 

·       fakliga menning 

·       viðkomandi skeið 

 

Ynskiligt er, at tú sum nýggi starvsfelagi okkara ert áhugað/ur í gevandi fakligum samstarvi og sparring, og at tú gevur títt íkast til góðan trivnað. 

 

Løn

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Umsóknin
Nærri kuning um starvið fæst við at venda sær til Boga Bendtsen, deildarstjóra fyri fyrisingarliga økið hjá Sev á telefon 286182.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. september 2024. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til: starv@sev.fo, viðm. løgfrøðingur

Setanarsamrøður vera eftir ætlan í viku 36 og 37.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

 

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking