Leiðari til El-tøknideildina hjá Sev

Leiðari til El-tøknideildina hjá Sev

 

Vit sóknast eftir leiðara til El-tøknideildina. Á El-tøknideildini starvast í løtuni 9 starvsfólk.

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar á El-tøknideildini eru sera fjølbroyttar. Leiðarauppgávurnar eru m.a. at fyrireika, samskipa og ganga á odda fyri verkætlanum, stórum sum smáum. At samskipa eftirlit, nýgerð, umvæling av tøkniútbúnaðinum á netinum og á framleiðslueindunum um landið. Roknast kann við, at neyðugt er at arbeiða skeivar tíðir av og á.


Vit vænta, at tú:

  • hevur eltekniska útbúgving
  • hevur góðan kunnleika til eløkið
  • dugir væl at samskifta og samstarva
  • ert fyrikomandi, nærløgd/lagdur og arbeiðir sjálvstøðugt
  • hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit
  • hevur koyrikort til persónbil


Vit bjóða tær:

  • neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fært um hendi
  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Ynskiligt er, at tú sum nýggi starvsfelagi okkara ert áhugað/ur í gevandi fakligum samstarvi og sparring, og at tú gevur títt íkast til góðan trivnað.


Løn
Leiðarin á El-tøknideildini er løntur í lønarflokki 35 eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumaður.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Jákup Martin á Válinum, deildarleiðara á rakstrardeildini, á telefon 594795. Umsóknarfreistin er 21. februar 2024. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til: starv@sev.fo, viðmerk: leiðari til El-tøknideildina.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking