SEV   /   Um okkum   /   SEV - fólksins ogn   /   SEV starv   /   KT-trygdarleiðari

KT-trygdarleiðari

KT-trygdarleiðari

Vegna støðugt vaksandi virksemi innan KT-trygd, søkir SEV eftir einum KT-trygdarleiðara, sum skal hava ábyrgd av at skipa og hava eftirlit við KT-trygdini í fyritøkuni. Talan er um nýggja deild, og KT-trygdarleiðarin vísir til deildarstjóran fyri fyrisiting.

 

Uppgávur/Ábyrgdarøki
Fremsta uppgávan hjá KT-trygdarleiðaranum eru í høvuðsheitum at seta út í kortið og útinna eina KT-trygdarstrategi fyri føroysku el-skipanina og at tryggja KT-kervið, so upplýsingar eru goymdar sambært galdandi reglum um trúnað, at upplýsingarnar eru rættar og atkomuligar (CIA).

Hetta verður gjørt millum annað við at:

  • Gera váðametingar fyri KT-trygdini
  • Menna og reka trygdarskipanir
  • Virka fyri KT-trygdini sum heild
  • Arbeiða sambært einum tryggum leisti

Harumframt hevur KT-trygdarleiðarin ábyrgdina av eitt nú at:

  • Tryggja innanhýsis backup skipanir
  • Áhaldandi at menna trygdina í infrakervinum og samskiftiskervinum
  • Ráðgeva og sparra við leiðarar um átøk og raðfesting innan KT-trygd
  • Undirvísa starvsfólk hjá SEV um KT-trygd (security awareness)
  • Orða KT-trygdarpolitikkir og KT-trygdarmannagongdir

 

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi KT- útbúgving og fer eldhugað/ur til verka. Harumframt vænta vit, at tú:

  • ert vælskipað/ur
  • fegin lærir fegin frá tær
  • trívist bæði við sjálvstøðugum uppgávum og í toymum
  • hevur góð samskiftis – og samstarvsevni
  • dugir at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • kýtir teg at hava hollastu vitanina í mun til at verja ímóti nýggjum veikleikum, sníkum og álopum
  • Tað er ein fyrimunur, at tann sum settur verður, hevur vitan/royndir innan OT (Operational Technology)  og stýrisskipanir

Sum KT- trygdarleiðari veitir tú ráðgeving hjá SEV, tí leggja vit dent á góðar samskiftisførleikar bæði á føroyskum og enskum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá SEV, sum er samstarv, eldhugi og virðing.

 

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Løn

sambært sáttmála millum SEV og  Starvsfelagið, lønartalvan hjá Tænastumannafelagnum, lønarflokkur 36,1. Frá 1. januar 2021 er lønin 48.450,02 kr umframt 15% í pensjón.

Arbeiðsstaður

KT-trygdarleiðarin hevur skrivstovu á høvuðsskrivstovuni á Landavegnum – arbeiðsuppávurnar eru tó um alt landið, tískil skal væntast nakað av ferðing.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Bendtsen, deildarstjóra fyri fyrisiting hjá SEV á tel. 286182.

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:

starv@sev.fo

Umsóknir skulu verða SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. august 2021.

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 161 fólk eru í føstum starvi í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking