Kontrollari til el-málaradátur

Kontrollari til el-málaradátur

Hevur tú hegni og áhuga at arbeiða við stórum dátumongdum og finna samanhangir í dátum grønu kósini at frama?

SEV hevur smáar 30.000 el-málarar í Føroyum. Hesir senda el-málaradátur til SEV hvønn einasta tíma. Talið á málarum veksur støðugt. Vit hava tí tørv á einum dátukontrollara at gjøgnumganga og góðskutryggja hesar málaradátur, til frama fyri grønu kósini hjá SEV og viðskiftafólkum okkara.

 

Starvið

Á SEV hava vit drúgvar royndir við fjarlestri og dátusavnan frá el-málarum. Vit ynskja nú at raðfesta dáturnar við at góðskutryggja og greina hesar, so tær kunnu stuðla undir og vera eitt amboð at røkka málinum um, at øll el-framleiðsla á landi skal vera grøn í 2030. Tín uppgáva verður at standa á odda fyri hesum arbeiði.

Í samstarvi við royndar starvsfelagar frá ymiskum deildum verður tín ábyrgd at savna træðrirnar og menna økið. Týdningarmestu uppgávurnar verða at:

  • Gjøgnumganga og góðskutryggja málaradátur
  • Viðlíkahalda málaradátur
  • Tryggja at málaradátur verða rætt lisnar inn og seta tær rætt upp í skipanunum
  • Tryggja, at málaradátur verða sendar til viðkomandi skipanir á rættan hátt og undir hesum at handfara og rætta villur
  • Greina dátur

Tú vísar beinleiðis til leiðaran á Innleggingardeildini í tøttum samstarvi við aðrar deildir.

Tú hevur tev fyri KT og hevur lætt við at læra nýggjar KT-skipanir. Umráðandi er, at tú dugir at finna samanhangir í dátum, og tær dámar sera væl at loysa trupulleikar. Ein umráðandi uppgáva er eisini, at tú gevur títt íkast at finna loysnir, sum bøta um dátugóðskuna. Neyðugt er, at tú dugir at skapa og hevur yvirlit yvir stórar dátumongdir og dugir at greina teg fram til trupulleikan og loysnir á skipaðan hátt.

Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Týdningarmest er, at tú:

  • Hevur tev fyri og áhuga í at arbeiða við stórum dátumongdum
  • Arbeiðir skipað og hevur analytiskan og logiskan hugsunarhátt
  • Dugir væl at ogna tær vitan um dátur og samanhangir millum dátur
  • Hevur royndir við dátuumsiting og SQL
  • Hevur eitt skipað arbeiðslag, ið er merkt av nærlagni, smálutum og høgari góðsku
  • Kanst loysa uppgávur sjálvstøðugt
  • Dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga

Umráðandi er, at tú ert eldhugað/ur og hevur viljan at ogna tær og deila nýggja vitan. Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum á fleiri deildum, og samskiftir nógv við hesi. Tað er tí avgerandi, at tú hevur lætt við at skapa góðar relatiónir samstundis sum tú tryggjar, at uppgávurnar verða avgreiddar.

SEV

Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar. SEV bjóðar eisini:

  • fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er SEV, Landavegur 92, Tórshavn. Viðkomandi, ið settur verður, skal tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Talan er um fast fulltíðarstarv at byrja sambært avtalu.

Nærri upplýsingar og umsókn

Um tú ert áhugað/ur í starvinum og hevur eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Thomas Arnold Thomsen, toymisleiðara, á tlf. 225506. Umsóknarfreistin er sunnudagin 22. januar 2023.

Umsóknin saman við viðkomandi prógvum, verður at senda við telduposti til:

starv@sev.fo

viðmerk undir evni: Dátukontrollari

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 175 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er ein fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking