SEV   /   Um okkum   /   SEV - fólksins ogn   /   SEV starv   /   Kom í læru hjá SEV

Kom í læru hjá SEV

Kom í læru hjá SEV

Hug at koma í læru hjá SEV? So frætta vit fegin frá tær!

Vit bjóða fýra eldhugaðum lærlingum innan ymisk starvsøki at byrja  hálvan februar 2022.

Vit sóknast eftir einum skrivstovulærlingi, einum elektrikaralærlingi og tveimum maskinsmiðjulærlingum, annar til Sundsverkið og hin til Grønu orkuverkini.

Í lærutíðini ert tú partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært starvsfelagar og lærumeistarar, ið stuðla og vegleiða, so at tú fært eina áhugaverda og læruríka lærutíð í tryggum kørmum.

Í lærutíðini verður tú sum lærlingur við til at veita øllum føroyingum streym saman við dugnaligum starvsfelagum. Talan er um nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur, har tú fært fremstu og neyðugu vitanina um tað yrkið, sum tú velur at útbúgva teg innanfyri.

Løn og starvsviðurskifti verða ásett sambært lærusáttmála.

 

Fyri øll læruplássini er galdandi, at vit vænta, at tú ert arbeiðssom/samur og hevur í minsta lagi prógv úr 9. flokki.

Vit vænta eisini, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, og at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Til læruplássini sum elektrikari og maskinsmiður er neyðugt, at tú hevur koyrikort til persónbil, ella at tú útvegar tær hetta skjótast gjørligt.

 

Læruplássini

Skrivstovulæra

Sum skrivstovulærlingur fært tú hópin av fjølbroyttum og viðkomandi royndum og møguleika at starvast á fleiri ymsum deildum innanfyri fyrisiting. Tær eru Kundatænastudeildin, Roknskapardeildin, HR-deildin og Fyrisitingartoymið. Tín gerandisdagur verður í skrivstovubygninginum við Landavegin í Havn.

Lærutíðin er millum 2 og 4 ár.  Um tú hevur 9. floks prógv er lærutíðin 4 ár, hevur tú FHS-prógv er lærutíðin 3 ár, hevur tú miðnámsútbúgving er lærutíðin 2 ½ ár, við búskaparbreyt er lærutíðin 2 ár. Skúlagongdin er á Glasi.

Nærri upplýsingar fært tú frá Onnu Margrethu Otthamar, toymisleiðara í Fyrisitingartoyminum á telefon 225620.

Elektrikaralæra

Sum elektrikaralærlingur eru arbeiðsuppgávurnar m.a. viðlíkahald og uppseting av teknisku útgerðini á koplingarstøðunum og á elverkunum.

Skúlagongdin er á Glasi, og er skipað so at tú 1. og 2. árið ert í skúla í 20 vikur og 3. árið í 10 vikur. Umframt hetta kemur sjálv sveinaroyndin. Hevur tú longu ein part av SIT ella yrkisnámi, verður lærutíðin stytt samsvarandi.

Tínar arbeiðsuppgávur eru um alt landið, men uppmøtingarstaðurin er í Havn.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Brian Joensen, leiðara á El-tøknideildini á telefon 260022.

Maskinsmiðulærlingur á Sundi

Hevur tú áhuga fyri motorum og hug til eina útbúgving, sum skiftir millum at fáast við motorar og framleiða streym til Føroyaland allan sólarringin meginpartin av lærutíðini – men eisini fert í skúla ein part av lærutíðini, so er útbúgvingin sum maskinsmiður kanska hin heilt rætta til tín.

Í lærutíðini lærir tú um motorar, framleiðslutilgongdir og viðlíkahald og montering av motorum. Skúlagongdin er á Glasi og er skipað so, at tú 1. og 2. árið ert í skúla í 20 vikur og 3. árið í 10 vikur. Umframt hetta kemur sjálv sveinaroyndin.  Hevur tú longu ein part av SIT ella yrkisnámi, verður lærutíðin stytt samsvarandi.

Arbeiðsstaðurin er Sundsverkið, og nærri upplýsingar um starvið fáast frá Jørgin Mørkøre, verkmeistara á telefon 286912.

Maskinsmiðulærlingur á Grønu orkuverkunum

Sum maskinsmiðulærlingur á Grønu orkuverkunum fært tú møguleika at arbeiða við øllum vanligum verksmiðuarbeiði, vatnorku, vindorku, motorum í meginøkinum og á flestu oyggjum í Føroyum, saman við royndum starvsfelagum.

Tú lærir um motorar, framleiðslutilgongdir, viðlíkahald og montering av motorum. Skúlagongdin er á Glasi og er skipað so, at tú 1. og 2. árið ert í skúla í 20 vikur og 3. árið í 10 vikur. Umframt hetta kemur sjálv sveinaroyndin. Hevur tú longu ein part av SIT ella yrkisnámi, verður lærutíðin stytt samsvarandi.

Arbeiðsuppgávurnar eru um alt landið, men uppmøtingarstaðurin er á Grønu orkuverkunum í Vestmanna. Serliga summarhálvuna fært tú møguleikan at vitja á útoyggj saman við royndum starvsfelagum.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Sæmund Tausen, verkmeistara á telefon 286902.

 

Umsóknin

Umsóknarfreistin er mánadagin 24. januar 2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

T-postur: starv@sev.fo

GG.: Viðmerk í umsóknini, hvørjum læruplássi, tú ert áhugað/ur í.

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 175 ársverk eru hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldumi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking