Vit sóknast eftir elektrikara til Eltøknideildina hjá okkum at byrja sum skjótast.
Starvið
Uppgávurnar á Eltøknideildini eru sum heild hesar:
Tú kanst vænta, at arbeiðið fyri ein part fer fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Uppmøtingarstaðurin er í Havn, men roknast kann við nakað av ferðing innanoyggja, tí arbeiðið hjá Eltøknideildini fer fram um alt landið. Koyrikort til persónbil er neyðugt.
Í løtuni starvast 10 fólk á deildini.
Tú
Tú ert útbúgvin elektrikari og hevur royndir við at arbeiða uppá háspenningsútbúnað og tilhoyrandi fjarstýringsútgerð. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við ENK, ELK-04 og Unigear anleggunum hjá ABB, og um tú hevur royndir við rakstri og viðlíkahaldi av battarískipanum. Umráðandi er eisini, at tú hevur stóran áhuga fyri elfakinum og tøkni sum heild. Eisini vænta vit, at tú ert fús/ur til áhaldandi at læra og menna fakligu førleikar tínar. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Eisini er neyðugt, at tú hevur førleikar at samskifta á enskum.
Tú ert fyrikomandi, nærløgd/lagdur og arbeiðir sjálvstøðugt. Vit vænta eisini, at tú hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit.
SEV
Tú fært sjálvsagt neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum hon/hann fær um hendi.
SEV bjóðar tær:
Løn
Starvið er sett sambært sáttmála millum SEV og avvarðandi yrkisfelag. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani endaliga próvtøku.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Brian Joensen, leiðara á Eltøknideildini, á telefon 260022. Umsóknarfreistin er hósdagin 22. desembur 2022.
Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:
Elfelagið SEV
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv@sev.fo
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 161 fólk eru í føstum starvi í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.