Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum fólki til at leiða starvsfólkahóp okkara, sum røkir og mennir føroyska elnetið
Starvið
Rakstrardeildin umsitur elnetið í Føroyum, og hevur um hendi nýgerð og viðlíkahald av trafostøðunum, linju- og kaðalnetinum um landið.
Á Rakstrardeildini starvast 26 fólk. Hesi eru, montørar, elektrikarar og elinnleggjarar. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkahópinum á Rakstrardeildini eru sera fjølbroyttar. Ein umráðandi partur av leiðarauppgávuni er at kenna til uppgávurnar, leiða og býta tær á ein hátt, har øll starvsfólkini verða og kenna seg tikin við upp á ráð.
Ein hin týdningarmiklasta uppgávan er, at leiðarin virkar fyri, at starvsfólkini trívast og kenna, at tey gagnnýta sínar førleikar væl.
Deildarleiðarin hevur skrivstovu á Landavegnum, og væntað verður, at deildarleiðarin er tøkur, eisini eftir vanliga arbeiðstíð, um tørvur er á tí.
Persónligir eginleikar
Vit vænta, at tú
Fakligir førleikar
Umráðandi er, at tú hevur eltekniska útbúgving. Talan kann vera um eitt nú sterktreymsverkfrøðing, elinnleggjara ella maskinmeistara.
Hevur tú ikki leiðararoyndir at vísa á, er umráðandi, at tú ert fús/ur at fáa leiðaramenning/útbúgving.
Vit vænta, at tú hevur góðar telduførleikar, og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir. Harumframt krevst holl vitan um lógarkrøvini, ið verða sett til økið.
SEV
Vit bjóða tær
Ynskiligt er, at tú sum nýggi starvsfelagi okkara ert áhugað/ur í gevandi fakligum samstarvi og sparring. Og at tú gevur títt íkast til góðan trivna.
Løn og setanarviðurskifti
Deildarleiðairin fyri rakstrardeildini er løntur í lønarflokki 36 í lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumaður.
Umsóknin
Hevur tú áhugað fyri starvinum og eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Jón Nielsen, deildarstjóra fyri netpartin hjá SEV, á telefon 210464.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 22. januar 2023. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda umvegis teldupost til: starv@sev.fo, viðmerk: Deildarleiðari, Rakstrardeildin.
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 175 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er ein fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.