SEV   /   Um okkum   /   SEV - fólksins ogn   /   SEV starv   /   Dátugreinari til SEV

Dátugreinari til SEV

Dátugreinari til SEV

Vit sóknast eftir eldhugaðum dátugreinara til fulltíðarstarv á KT-deildini

Vit sóknast eftir dátugreinara, ið sær møguleikar og dugir at skapa virði úr dátum.  Málið hjá SEV er 100% grøn elorka á landi í 2030, og verður ein lyklaleiklutur hjá dátugreinaranum at stuðla undir grønu kósini.

Sum dátugreinari starvast tú á KT-deildini, har fýra starvsfólk starvast í løtuni. KT-deildin samskiftir við allar deildir á SEV. Talan er um fulltíðarstarv, og skrivstovan er á Landavegnum í Havn.

Uppgávur

Vit hava nógvar ymiskar telduskipanir, ið skráseta eina ørgrynnu av dátum frá dagliga virkseminum. Arbeiðið fevnir um at innsavna, viðgera og greina dátur úr ymisku telduskipanum, menna loysnir til innanhýsis og uttanhýsis áhugabólkar, og at fyrireika dátusamskifti millum telduskipanir. Uppgávurnar eru annars í høvuðsheitum:

  • innsavna dátur til dátuvøruhús á SQL-server
  • viðgera dátur í Analysis Services/Integration Services og Visual Studio
  • luttøka í tvørfakligum arbeiði og menningarverkætlanum saman við ymiskum deildum
  • loysa ad hoc uppgávur fyri aðrar deildir, myndugleikar og aðrar áhugabólkar





Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni og góðar førleikar innan dátugreining. Tú dugir at arbeiða við innsavnan av dátum frá ymsum keldum til dátuvøruhús. Tú hevur eisini førleikar í Analysis Services/Integration Services og Visual Studio. Hevur tú royndir við Power BI kann hetta vera ein fyrimunur.

Harumframt hevur tú ein skipaðan arbeiðshátt. Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tíni samskiftisevni eru góð, tú dugir væl at lurta og gera tað torskilda einfalt hjá øðrum at skilja.


SEV

Vit bjóða tær:

  • eitt fakliga áhugavert starv
  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið


Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er SEV, Landavegur 92, Tórshavn. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.


Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Ólavi Brimnes, KT-leiðara, á telefon 219820. Umsóknarfreistin er hósdagin 3. mars 2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

T-postur: starv@sev.fo

Viðmerk "Dátugreinari" á umsóknina.

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 175 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946. 

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking