SEV   /   Um okkum   /   SEV - fólksins ogn   /   SEV starv

SEV starv

SEV starv

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Í løtuni er einki starv leyst at søkja.

Vit sóknast javnan eftir starvsfólkum til økta virksemið í SEV. Nógv starvsfólk hava starvast hjá okkum í nógv ár, og tá tey fara frá vegna aldur ella velja at royna okkurt annað, er tað eisini ein orsøk til, at vit sóknast eftir abeiðsmegi.

SEV er sum interkommunalur felagsskapur fevndur av almenna setanarpolitikkinum.

Starvsvenjing og verkætlanir

Hevur tú hug at royna teg í starvsvenjing hjá SEV, ella hevur tú hug at gera onkra útbúgvingarliga verkætlan saman við SEV, ert tú eisini vælkomin at senda eina umsókn. Ert tú í onkrari almennari skipan, sum loyvir tær endurvenjing ella starvsvenjing, so frætta vit eisini fegin frá tær. Tendrar eitt starv hjá SEV teg, so tú kanst verða við til at leggja ljós yvir landið, send so eina umsókn á starv@sev.fo.

Upplýsingar um størv hjá SEV sum heild fáast frá Bergtóru Høgnadóttir HR-leiðara á tel. 346800 ella á t-posti bh@sev.fo

Upplýsingar um einstøku størvini fáast eisini frá avvarðandi deildarleiðarum, sum eru tilskilaðir í starvslýsingunum. Allar umsóknir skulu sendast saman við prógvum og viðkomandi skjølum.

Starvsfólkasøgur

Starvsfólkasøgur

HR-leiðarin: Góð starvsbyrjan hevur avgerandi týdning

HR-leiðarin: Góð starvsbyrjan hevur avgerandi týdning

Tøl um okkum

Býti av starvsfólkum
Myndin vísir, hvussu tey 160 starvsfólkini í føstum starvi við árslok 2020 eru býtt út á eindirnar.
Starvsfólk í føstum starvi
Stabbamyndin vísir, starvsfólk í føstum starvi við ársenda 2009 - 2020.
Starvsaldur
Miðalstarvsaldurin er 13,9 (14,4) ár. Í 2020 høvdu 40 (40) av starvsfólkunum starvast hjá SEV í 25 ár ella meira.
Aldur
Miðalaldurin í starvsfólkahópinum er óbroyttur í mun til 2019. Við árslok 2020 vóru 38 (40) starvsfólk 60 ár og eldri.
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking