SEV   /   Um okkum   /   SEV - fólksins ogn   /   Samfelagsábyrgd

Samfelagsábyrgd

Samfelagsábyrgd

Samfelagsábyrgd

Við eini langari søgu um vísindaligar uppfinningar og samansetingar, er elektrisitetur vorðin ein stórur partur av tí, sum myndar heimin í dag. Á nærum øllum politiskum skráum verður varpað ljós á burðardygd og samfelagsábyrgd innan orkukeldur og nýtslu. Eitt, ið mangan verður víst á, eru tey samtyktu heimsmálini hjá ST, ið eru við til at gera eina stóra burðadyggan menning á ymiskum økjum. SEV er eisini ein fylgjari av hesum málum og er við til at stýra Føroyar á eina kós, ið skal mynda okkum eina grøna, trygga og haldgóða framtíð. SEV vísir serliga á heimsmálini nummar 7 og 13, ið viðgera burðadygga orku og veðurlagsátøk. Í 2014 setti SEV sær tann málsetning, at øll elframleiðsla á landi skal vera 100% burðardygg í 2030. Í mun til málið um veðurlagsátøk, arbeiðir SEV við áhaldandi gransking og menning innan økið, og fleiri burðadyggar ætlanir og loysnir verða settar í verk. Millum annað hevur SEV lagt stóran dent á fyrimunirnar við elbili, bæði umhvørvisliga og fíggjarliga, ið eru við til at linna um vandamiklu veðurlagsbroytingina.

Men tað er ikki bert stóru politikarar og fyritøkur, ið hava ábyrgdina av eini grønari framtíð. SEV er sera væl tilvitað um stóra leiklutin hjá tí einstaka húski og ger tí fleiri átøk og ætlanir, sum gera tað lættari hjá tí einstaka at laga seg til grønari loysnir.

Hvør einstaklingur hevur eina samfelagsábyrgd fyri eina burðadygga og grøna framtíð, og ynskir SEV at standa á odda og føra Føroyar á eina grønari kós.

Tað er møguligt at lesa meira um, hvussu ið SEV arbeiðir við heimsmálunum hjá ST í glugganum niðanfyri.

Heimsmálini hjá ST verða enn størri partur av virkseminum hjá SEV

Tey 17 heimsmálini hjá ST um burðardygga menning vórðu einmælt samtykt í ST í 2015. Endamálið við heimsmálunum er at fáa allar heimsins tjóðir at seta sær mál um burðardygga menning tey komandi 15 árini, og saman at arbeiða fram ímóti einum betri heimi í 2030.

Heimsmál 7: Burðardygg orka

Hvørt av teimum 17 málunum hevur undirmál, sum koma nærri inn á, hvørji tiltøk verða mett neyðug fyri at røkka málunum.

Heimsmálini og umhvørvisatlit eru serliga viðkomandi og samstundis ein serlig avbjóðing og ábyrgd hjá orkufyritøkum kring heimin.

Síðani 2008 hevur SEV arbeitt miðvíst við umhvørvisvernd og setti m.a. á stovn deild fyri heilsu, trygd og umhvørvi. Heimsmálini eru eitt amboð til at arbeiða enn miðvísari og at taka heildina við.

Í 2014 settu nevnd og leiðsla í SEV sær tann málsetning, at øll elframleiðsla á landi skal vera 100 prosent burðardygg í 2030. Sostatt hevur SEV síðani 2014 arbeitt miðvíst og tilvitað eftir málsetningi í tráð við heimsmál 7 og 13, sum snúgva seg um ávikavist burðardygga orku og veðurlagsátøk.

Kjarnuuppgávan hjá SEV er at veita øllum føroyingum streym. SEV skal halda veitingartrygdina og veitingarskylduna við høgari elgóðsku og støðugari streymveiting út í hvønn krók í samfelagnum alt samdøgrið, árið runt.

Veitingarskyldan, veitingartrygdin og harafturat samhaldsfasta prísskipanin hjá SEV eru í tráð við undirmál 7.1, sum staðfestir: ”Innan 2030 skal øllum vera tryggjað atgongd til álítandi og framkomna elveiting fyri ein sámuligan kostnað.”

SEV hevur eisini átikið sær ein týðandi leiklut í strembanini eftir at fáa gongd á tað orkuskiftið, sum mett verður neyðugt, skulu Føroyar flyta seg longur og skjótari yvir á burðardyggar loysnir innan flutning og upphiting av bústøðum og bygningum. Hetta eitt nú við at seta infrakervi við almennum løðistøðum til elbilar upp kring landið, við ókeypis løðing í eini royndartíð, umframt at læna elbilaeigarum heimaløðistøðir, og í samstarvi við myndugleikarnar at lata bíligari streym til hitapumpur og heimaløðing av elbilum.

Heimsmál 13: Veðurlagsátøk

Miðvísa menningar- og granskingararbeiðið, sum SEV hevur verið partur av seinastu árini, er somuleiðis í tráð við heimsmálini. Talan er um granskingarverkætlanir í nýggjum burðardyggum loysnum, og um samstarv við útlendskar veitarar og granskarar um royndarverkætlanir, sum við tíðini kunnu gagna elskipanum í øðrum oyggjasamfeløgum og úti kring heimin.

Við tí ábyrgd, sum eitt orkufelag hevur, og ásannandi, at øll smá tiltøk og allir broyttir vanar í dagliga virkseminum, sum taka størri atlit til burðardygd og umhvørvisvernd, gera mun, er avgerð tikin um at arbeiða meira skipað við heimsmálunum.

Hetta merkir, at ikki bara elframleiðslan skal verða burðardygg, men at vit hjá SEV í enn størri mun skulu hugsa burðardyggar loysnir og burðardyggar avgerðir inn í alt okkara dagliga virksemi.

Starvsfólk hava verið á skeiði í verkseting av heimsmálunum, og ein bólkur er settur til at arbeiða við hesum málsetningi í 2020. Bólkurin hevur fingið til uppgávu at koma við tilmælum um, hvussu heimsmálini kunnu gerast ein enn meira ítøkiligur og natúrligur partur av gerandisdegnum í allari fyritøku.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking