Missión, visión og virðir

Missión

Sev tryggjar samfelagnum elmegi við høgari góðsku fyri samhaldsfastan prís og á burðardyggan hátt.

Visjón

Sev vil framhaldandi vera lívæðrin í samfelagnum. Felagið vil ganga á odda í strembanini eftir at menna eitt samfelag, sum byggir á egnar varandi orkukeldur.

Sí eisini 'Grønu kósina', sum SEV setti út í kortið í 2014, og sum vit arbeiða miðvíst við í okkara dagliga yrki.

Vit stremba eftir:

    • at hava lágar prísir, høga góðsku og høgt tænastustøði
    • áhaldandi at hava og menna eina vælvirkandi og burðardygga elveitingarskipan, sum er í fremstu røð millum elveitarar
    • at varðveita og menna servitan og førleikar í Sev við at hava avbjóðandi og góðar arbeiðsumstøður, har trygd og trivnaður eru í hásæti

Virðir

Týdningarmestu virðini í dagliga virksemi okkara eru:

Samstarv

Hetta merkir at:
  • vit leggja dent á gott samstarv, bæði innanhýsis millum starvsfólk, deildir leiðslu, nevnd og eigarar og uttanhýsis við kundar, samstarvspartar og myndugleikar
  • vit leggja dent á eitt trygt og mennandi arbeiðsumhvørvi til gagns fyri okkum øll
  • vit raðfesta gott og jaligt samskifti høgt
  • vit seta okkum felags mál, taka felags ábyrgd og hava ávirkan á okkara arbeiði
  • vit seta trivnaðin í hásæti, bæði sosialt og fakliga, og arbeiði okkara er merkt av nøgdsemi, vinalag og arbeiðsgleði

  • eru vit hjálpsom, umhyggin og laga okkum eftir tørvinum hjá hvør øðrum
  • hava vit eitt tætt og opið samskifti bæði innan- og uttanhýsis
  • eru vit nærløgd og væl fyrireikað

Eldhugi

Hetta merkir at:

    • vit eru íðin, arbeiðssom og áhaldandi og hava sum mál at gera eitt dygdargott arbeiði
    • nýhugsan og uppfinnsemi seta dám á, hvussu vit loysa uppgávur okkara
    • vit vísa dirvi og áræði, tá ið á stendur, og leggja nógv fyri at loysa allar uppgávur
    • leggja vit dent á at menna okkum við grundarlagi í royndum og nýggjum fakligum avbjóðingum
    • betra vit áhaldandi um umstøður og útbúnað
    • eru vit uppsøkjandi, miðvís og arbeiða tvørfakligt
    • leggja vit í øllum okkara arbeiði dent á høga góðsku

Virðing

Hetta merkir at:

    • vit vilja vera ein trúligur og ábyrgdarfullur veitari við fjølbroyttari fakligari vitan á høgum støði
    • vit vilja veita góða, skjóta og álítandi tænastu
    • vit taka atlit at náttúru og umhvørvi
    • vit eru loyal, fólkalig og viðurkenna ymiskleikar hjá hvør øðrum
    • eru vit opin, erlig og halda gjørdar avtalur
    • eru vit fyrikomandi, vinarlig og hjálpsom
    • gagnnýta vit tilfeingið á burðardyggan hátt og keypa inn við skynsemi
    • eru vit røkin, rudda upp eftir okkum og fríðka um allastaðni, har vit eru

Tak niður faldaran

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking