Sev tryggjar samfelagnum elmegi við høgari góðsku fyri samhaldsfastan prís og á burðardyggan hátt.
Visjón
Sev vil framhaldandi vera lívæðrin í samfelagnum. Felagið vil ganga á odda í strembanini eftir at menna eitt samfelag, sum byggir á egnar varandi orkukeldur.
at hava lágar prísir, høga góðsku og høgt tænastustøði
áhaldandi at hava og menna eina vælvirkandi og burðardygga elveitingarskipan, sum er í fremstu røð millum elveitarar
at varðveita og menna servitan og førleikar í Sev við at hava avbjóðandi og góðar arbeiðsumstøður, har trygd og trivnaður eru í hásæti
Virðir
Týdningarmestu virðini í dagliga virksemi okkara eru:
Samstarv
Hetta merkir at:
vit leggja dent á gott samstarv, bæði innanhýsis millum starvsfólk, deildir leiðslu, nevnd og eigarar og uttanhýsis við kundar, samstarvspartar og myndugleikar
vit leggja dent á eitt trygt og mennandi arbeiðsumhvørvi til gagns fyri okkum øll
vit raðfesta gott og jaligt samskifti høgt
vit seta okkum felags mál, taka felags ábyrgd og hava ávirkan á okkara arbeiði
vit seta trivnaðin í hásæti, bæði sosialt og fakliga, og arbeiði okkara er merkt av nøgdsemi, vinalag og arbeiðsgleði
Tí
eru vit hjálpsom, umhyggin og laga okkum eftir tørvinum hjá hvør øðrum
hava vit eitt tætt og opið samskifti bæði innan- og uttanhýsis
eru vit nærløgd og væl fyrireikað
Eldhugi
Hetta merkir at:
vit eru íðin, arbeiðssom og áhaldandi og hava sum mál at gera eitt dygdargott arbeiði
nýhugsan og uppfinnsemi seta dám á, hvussu vit loysa uppgávur okkara
vit vísa dirvi og áræði, tá ið á stendur, og leggja nógv fyri at loysa allar uppgávur
Tí
leggja vit dent á at menna okkum við grundarlagi í royndum og nýggjum fakligum avbjóðingum
betra vit áhaldandi um umstøður og útbúnað
eru vit uppsøkjandi, miðvís og arbeiða tvørfakligt
leggja vit í øllum okkara arbeiði dent á høga góðsku
Virðing
Hetta merkir at:
vit vilja vera ein trúligur og ábyrgdarfullur veitari við fjølbroyttari fakligari vitan á høgum støði
vit vilja veita góða, skjóta og álítandi tænastu
vit taka atlit at náttúru og umhvørvi
vit eru loyal, fólkalig og viðurkenna ymiskleikar hjá hvør øðrum
Tí
eru vit opin, erlig og halda gjørdar avtalur
eru vit fyrikomandi, vinarlig og hjálpsom
gagnnýta vit tilfeingið á burðardyggan hátt og keypa inn við skynsemi
eru vit røkin, rudda upp eftir okkum og fríðka um allastaðni, har vit eru