SEV leggur stóran dent á heilsu, trygd og umhvørvi, og hevur tí eina deild, sum burturav tekur sær av heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskiftum í felagnum.
HTU-politikkurin varð dagførdur 26. oktober 2018 og er soljóðandi:
Heilsu-, trygdar- og umhvørvispolitikkur
HTU-politikkurin er staðfestur á leiðslustigi, og hann er týðandi arbeiðsamboð, sum øll starvsfólk hjá SEV skulu halda seg til í dagliga arbeiðinum.
- Vit gera okkara besta fyri at verja heilsuna og trygdina hjá starvsfólkunum og virka fyri, at okkara virksemi ikki elvir til skaða á starvsfólk ella nakran annan, sum er í nánd av virksemi okkara.
- Vit verja umhvørvið, og vit leggja dent á at stimbra nýtsluna av varandi orkukeldum.
- Vit velja ta bestu atkomiligu tøknina við atliti at heilsu, trygd, umhvørvi og búskapi og leggja dent á, at starvsfólkini hava bestu førleikar.
- Vit nýta alt tilfeingi og tilfar á skilabesta hátt og halda okkara virki reint og ruddiligt, og vit rudda altíð upp eftir okkum.
- Vit arbeiða skipað og miðvíst við heilsu, trygd og umhvørvi. Trygdarnevnd, trygdarumboð og starvsfólk verða tikin upp á ráð, áðrenn avgerðir verða tiknar. Hetta er fyri áhaldandi at betra úrslitini á hesum økjum.
- Vit hava eina tilbúgving, ið altíð er lagað eftir okkara virksemi.
- Vit hava eitt opið samstarv við íognarar og avvarðandi myndugleikar til frama fyri framhaldandi menning innan heilsu-, trygdar- og umhvørvismál.
- Vit meta um og velja tilfarsveitarar, arbeiðstakarar og samstarvsfelagar við atliti at teirra atferð innan heilsu, trygd og umhvørvi.
- Vit halda lógir og myndugleikakrøv á heilsu-, trygdar- og umhvørvisøkjunum og virka fyri at halda landsins stevnumið og altjóða sett mál á nevndu økjum.
- Vit eggja hvørjum øðrum at vera virkin innan heilsu-, trygdar- og umhvørvisarbeiði.
Spurningar um heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskifti kunnu sendast til afb@sev.fo. Eisini kann ringjast til Anniku Berg á tlf. 34 68 21 ella á 22 52 42.