Elverkið á Rundingi í Havn 100 ár

Elverkið á Rundingi í Havn 100 ár

100 ár eru liðin síðani elverkið á Rundingi í Havn var tikið í nýtslu. Hóast verkið ikki stendur í dag, so eru mangar minnisverdar søgur um hesa støð.

Samráðingar vóru um, hvørt verkið skuldi veita javnstreym ella vendistreym (veksilstreym). Í 1921 var tað P.A. Pedersen, sum kom við tí uppskoti, at Havnin skuldi hava javnstreym. Ikki øll vóru samd í hesum, tí tey mettu, at øll elverk í Føroyum skuldu nýta sama slag av streymi. M.a. grundað á, at vendistreymur var lættari og bíligari at flyta ímillum stór øki. Men uppskotið bleiv samtykt og eisini bleiv lagt fram, at verkið skuldi byggjast úti á Rundingi.

Hóast fíggjarligar avbjóðingar eydnaðist at fáa verkið liðugt, og 1. september í 1921 varð verkið sett til. Góðan mánað eftir, at vágbingar høvdu fingið vatnorkuverkið í Botni.

Motorverkið á Rundingi í Havn stóð í nærum 30 ár. Men tann vanligi brúkarin hevði bert ráð at nýta veikar perur til ljós í húsarhaldinum og onnur amboð, ið kravdu el. Verkið bleiv tí tikið niður í 1950, tá ið kappingin við vendistreym bleiv ov stór.

Myndin omanfyri er tikin í tíðarskeiðinum 1922-1930. Frá vinstru: Jens Petur Weihe (við talvuna), Poul Hansen (standandi á motorinum) og Ásbjørn Skarðhamar (hann við oljukannini).

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking