Sev á 80 ára stovningardegnum

Háttvirdu gestir

Tað er mær ein sonn æra og fragd at kunna bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin í 80 ára veitslu hjá Sev.

Sev hevur eina langa og spennandi søgu við stórum týðandi tøkum, og mangan hevur staðið á. Støddin og umfangið av teimum verkætlanum, sum blivu framdar tá, kenna neyvan sínar líkar í dagsins samfelag.

Men elskipanin í Føroyum byrjaði ikki sum ein landsumfevnandi solidarisk verkætlan.

Elframleiðsla og elveiting i Føroyum hava eina enn longri søgu - yvir 100 ár.

Einstaklingar og kommunur ymsa staðni í Føroyum hava hvør í sínum lag roynt at tikið tað stóra takið sum tað var - og framvegis er - at byggja orkuverk og framleiða elorku. Tey flestu kenna søguna um Ólav á Heygum í Vestmanna, sum stríddist við at fáa eina vatnorkuverkætlan í Fossá upp at standa, men sum ikki kom á mál við tí.

Sum okkum øllum kunnugt vóru vágbingar fyrstir við vatnorkuverkinum í Botni í 1921, og sama ár kom motorverkið á Rundingi í Havn. Og 10 ár seinni, í 1931, kom vatnorkuverkið norðuri á Strond, sum Klaksvíkar kommuna lat byggja.

Tíðarskeiðið rundan um stovningardagin tann 1. oktober 1946 var rembingartíð. Annar veraldarbardagi var av árið fyri. Christian tíggjundi kongur í Danmark hevði sent løgtingið til hús eftir fólkaatkvøðuna 14. september, og fiskiflotin var við at verða lagdur um frá sluppum til nýggjari motorbátar, stálskip og trolarar. B36 vóru føroyameistarar í fótbólti, og mentanargrunnur landsins varð

stovnaður. 

Fólkatalið var í vøkstri, samfelagið stóð fyri stórum broytingum, og tað var eyðsæð, at tørvur var á elorku.

Men slíkar útbyggingar eru møtumiklar og kostnaðarmiklar.

Hans Andreas Djurhuus yrkir í sanginum, sum flest okkara kenna: Ljós yvir landið. “Saman at halda var ei okkum givið, tí er so lítið burturúr her blivið; tí enn vit tala, men ov lítið gera. Samhald má vera!”

Og tað var greitt. Skuldu munagóð tøk takast á elorkuøkinum, so máttu kommunurnar ganga saman og lyfta í felag. Takið, sum lá fyrst fyri, var at veita Streymoynni, Eysturoynni og Vágum elektrisitet, tí her var nógv fólk og nógv vatn.

Tann 1. oktober 1946 savnaðust umboð fyri tilsamans 19 kommunur í Streymoy, Eysturoy og Vágum á stovnandi fundi og  samdust um at stovna interkommunala elektricitetsfelagið SEV – við heimstaði í Vestmanna.

Tá fyrsta verkið eftir stovnanina ‘Fossaverkið’ í Vestmanna varð sett í rakstur 5. mai í 1954, var tað fyrsta útbyggingin á eløkinum síðan verkið á Strond í 1931.

Hákun Djurhuus, landsstýrismaður kvetti snórin við hesum orðum:

“Í teirri vón og við ynskinum um, at framtíð Sev-verksins má røkka ætt av ætt og øld av øld, og at hon kan verða før fyri at skapa ídnað og áræði, vil eg víga verkið við hesum orðum: Ljós yvir landið”.

Síðan dró Hákun grindaknívin úr slíðranum og kvetti tráðin av, so mannamúgvan slapp inn í turbinuhøllina at hyggja seg um.

Í 1963 varð endaliga samtykt at lata felagsskapin upp fyri øllum kommunum.

At fáa ljós yvir landið hevur stórt sæð altíð verið eitt kommunalt átak. At byggja orkuverk til framleiðslu, og samstundis eitt sterkt elnet til at flyta orkuna. Einstaklingar hava roynt og onkrar verkætlanir hava eydnast, men uppgávuna at fáa ljós út í hvønn krók, hava kommunurnar átikið sær.

Tá Tórshavnar býráð fyrireikaði elverkið á Rundingi, atkvøddi løgtingið ímóti at tekna seg fyri at keypa streym til tinghúsið og fongslið á Skansanum – eftir drúgva viðgerð.

Menn meintu ikki, at løgtinginum tørvaði elektriskt ljós, tí flestu tingfundir vóru hildnir í ljósu tíðini á sumri – og tey óargaligu, sum sótu í skansanum, metti mann heldur ikki, høvdu ljós fyri neyðini.

Sev hevur sum nevnt frá byrjan verið ein interkommunal verkætlan, har kommunur samstarva um hetta so týðandi virksemið – og tað kunnu vit vera errin av og glað um.

Tað kemur javnan fyri, at ynski, prát og hartil ítøkiligar ætlanir eru um at broyta hetta grundarlagið, og vit ásanna, at tað altíð liggur á eini nevnd at virka fyri at framtíðartryggja felagsskapin. Eg vil persónliga takka kommunum fyri, at hóast natúrligar innanhýsis ósemjur av og á, so hava kommunurnar staðið saman sum ein – um Sev.

80 ár eru liðin. Elorka hevur broytt samfelagið – og er framvegis grundarlagið undir framtíðar broytingum og framburði. Eftirspuringurin eftir el økist alla tíðina, og setir krøv til felagið, eigararnar og starvsfólkini um at fylgja við, og helst vera frammanfyri.

Tað eru ikki øll 80 ára gomul, sum halda sær so væl, og eru so langt frammi í skónum, at tey hava eina greiða nýskapandi ætlan langt inn í framtíðina.

Og tað eru ikki øll 80 ára gomul, sum støðugt megna at dagføra sítt virksemi, við alla tíðina at finna nýggjar nýhugsandi loysnir upp á tøkniligar avbjóðingar.

Tað eru heldur ikki øll 80 ára gomul, ið samstundis sum at røkja sína samfelagsberandi tænastu til lýtar – eisini hava orku til at vera á G!festivalinum og bjóða sínum ungu eigarum vatn, frukt og at løða battaríini.

Tó so, onkur 80 ára gomul eru, sum hanga nokkso væl í, treyðugt so - eru tey nevnd, eru tey kend.

Sev hevur fleiri rættuliga væl kendar javnaldrar.

Í 1946 sóu ikki færri enn tríggir komandi amerikanskir forsetar dagsins ljós: Donald Trump, George W. Bush og Bill Clinton. Harumframt Sylvester Stallone og Freddie Mercury, sáli. Av meira kongaligum javnaldrum eru Carl Gustav kongur í Svøríki og country drotningin Dolly Parton, sála.

Ein føroyskur javnaldur er Heðin Mortensen, nevndarlimur í Sev, sum hevur verið vitni til allar hesar broytingar.

El er partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum. Høgum og lágum, ungum og gomlum. Kanska serliga teimum ungu.

Vit eldru høvdu kanska klárað okkum í eitt døgn uttan streym, men Gud náði tey, sum eru fødd í hesi øld – tað hevði ikki verið lukkuligt.

Sjálvur var eg tvey ára gamal, tá fyrsta vindmyllan hjá Sev varð sett upp í Neshaga. So sum smádrongur á Toftum kenni eg ikki til annað, enn at síggja fyrst eina og síðan fleiri vindmyllur í Neshaga.

Eg gav mær ikki nógv far um, hvør ið átti hesar myllur ella hvat tær skuldu brúkast til – tær passaðu seg sjálvar, hugsaði eg, men eg var hugtikin av hesum.

Sum ungur minnist eg eisini at hava endurnýtt gamlar Sev pelar m.a. til urtagarðar og barnagarðar. Tá var eisini vanligt, at hesir flottu porcelensisolatorarnir hjá Sev pyntaðu í stovunum sum ljósastakar. Nú er tað kanska meira vanligt við Royal Copenhagen.

Hetta við at gagnnýta og fara væl um náttúrutilfeingi, hevur altíð ligið mær nær. Gagnnýtslan og tann ábyrgd, sum fylgir við rættinum til at gagnnýta.

Og hesa tankagongd kenni eg aftur í mínum arbeiði við Sev. Har grøna kósin hevur høga raðfesting, og ábyrgdin av veitingarskyldu og veitingartrygd verður tikin í størsta álvara.

Eitt umráðandi tilfeingi, sum eisini skal farast væl um, eru starvsfólkini. Bæði tey, sum røkja sínar uppgávur innandura, og ikki minst tey, sum uttan at himprast eru úti í øllum veðri og tryggja ljós yvir landið.

Eg fari at nýta høvið til at takka leiðslu og starvsfólkum í Sev, sum hvønn dag eru við til at tryggja, at samfelagshjólini mala, og sum onkur fyrr hevur sagt: harafturat syrgja fyri, at kaffið er heitt og mjólkin køld.

Arbeiðið fram ímóti eini enn burðardyggari elskipan heldur fram. Tí vit mugu gera av við oljuna, áðrenn hon ger av við okkum. Men fyri at røkka málinum er enn einaferð neyðugt at minna á samstarv og felags ábyrgd.  

Í sanginum Ljós yvir landið yrkir Hans Andreas víðari um týdningin av samstarvi: “Stóðu vit saman, Føroya synir sterku, kundu vit útint mangt eitt roysninsverkið, kundu vit frama ført til Føroya landið. - Saman tí standið!”

Eg fari enn einaferð at bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin, og vónandi fáa vit eitt hugnaligt kvøld saman.

At enda fari eg at nýta høvið at vísa tykkum ein nýggjan film, sum er gjørdur nemliga við tí fyri eygað at varpa ljós á, at ein og hvør kann geva sítt íkast til burðardyggu framtíðina.

Takk fyri.