Vindmyllulundin í Porkerishaga

Vindmyllulundin í Porkerishaga

Við vindmyllulundin í Porkeri økist burðardygga elorkuframleiðslan í Suðuroy munandi. Hon er samstundis fyrsta nýggja vindmyllulund í Føroyum síðani 2014, tá Húsahagi varð tikin í nýtslu.

Sí filmin um, hvussu ein vindmyllulund verður til. Frá tí, at mastur fyrst verður sett upp at máta, um vindviðurskiftini eru hóskandi til myllur, til at myllurnar eru reistar og mala á fyrsta sinni.
Filmurin er ognaður sera dugnaliga og djarva starvsfelaga okkara Kristiani Pedersen, sála, ið sum partur av masturtoyminum hjá SEV tók yvir og loysti torføru uppgávuna at fáa fyrstu vindmátimastrina reista, tá útlendsku serfrøðingirnir máttu geva skarvin yvir.
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking