Vindmyllulundin í Húsahaga tekur skap

Vindmyllulundin í Húsahaga tekur skap

1. partur í røðini um "Takið at temja vindin"

Arbeiðið uppá vindmyllulundina í Húsahaga byrjaði í november í fjør, og nú er nærum alt jørðarbeiðið liðugt, soleiðis at farast kan undir fundamentini til tær 13 vindmyllurnar í næstum.

Arbeiðið at leggja teir tríggjar vindmylluvegirnar út hevur gingið væl, hóast nógvur vindur, kavi og kavarok fyri jól, darvaði arbeiðnum eitt sindur.

- Veðrið hevur verið við okkum í ár, sigur Johnny Johansen, arbeiðsformaður hjá Articon.

Vindmyllulundin í Húsahaga er eitt stórt fet á grønu kósini hjá SEV, tí at tá, ið vindmyllulundin verður tikin í nýtslu, koma 60 prosent av orkuni hjá SEV frá varandi orkukeldum.

SEV vil fegin lata almenningin fylgja við í arbeiðnum, og ger tí fleiri videofrásagnir um arbeiðið at seta upp vindmyllulundina í Húsahaga. Hetta er fyrsti partur í søguni um takið at temja føroyska vindin.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking