SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Webcasts   /   Munagott samstarv á Sundi

Munagott samstarv á Sundi

Munagott samstarv á Sundi

Munadygt samstarv og gott samskifti bera verkætlanina á Sundi trygt frameftir.

Nýggja Sundsverkið, Støð 3, sum nú av álvara reisir seg við síðuna av gamla elverkinum á Sundi, verður borið fram av munagóðum samstarvi og virðiligum samskifti millum allar partar í verkætlanini. Talan er um eina risastóra verkætlan, har tað ikki er rúm fyri ósemjum, sum leggja fótonglar fyri byggiarbeiðið. Samstarvsfundirnir á Sundi millum SEV sum byggiharra, høvuðsarbeiðstakaran Articon og ráðgevarasamtakið, Stinni, eru ein sera týðandi liður í at bera verkætlanina trygt og væl á mál.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking