SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Webcasts   /   Motorhallirnar stoyptar

Motorhallirnar stoyptar

Motorhallirnar stoyptar

Motorhallirnar á nýggja Sundsverkinum eru helst størstu veggirnir, sum nakrantíð eru stoyptir í einum í Føroyum.

Á Sundi stoypir Articon í hesum døgum motorhallirnar til nýggja Sundsverkið. Hallirnar eru 12 metrar til hæddar og verða stoyptar í trimum. Fyri hvørja stoyping fara upp ímóti 130 kubikkum av betongi í formarnar, so neyðugt er við drúgvari fyrireiking og ikki minst neyvari samskipan, tá stoypt verður.

Í nýggjasta filmsbrotinum um nýggja Sundsverkið fylgja vit arbeiðinum at stoypa eina av hesum stóru veggjunum í motorhallunum.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking