Battarískipanin í Húsahaga er nú sett til, eftir at endaligu royndarkoyringarnar eru lidnar.
Battarískipanin hjá SEV í Húsahaga er nú partur av føroysku elskipanini. Battarískipanin, sum kom til landið fyrst í mars, er sett til, eftir at hon hevur roynt seg í føroyska veðurlagnum, og eftir at endaligu royndarkoyringarnar eru góðkendar.
Umboð fyri SEV vóru í Fiebing í Týsklandi og góðkendu í fyrstu atløgu skipanina, áðrenn battarískipanin var send úr Týsklandi til Føroyar. Seinni parturin av góðkenningini fór fram í Føroyum, eftir at SEV, ENERCON og SAFT høvdu sett skipanina upp í Húsahaga.
29. apríl gjøgnumgingu SEV og ENERCON formliga alla skipanina í einum sonevndum Site Acceptance Test. Seinasta trýstroyndin var, at skipanin skuldi koyra uttan trupulleikar í eina viku út í eitt.