SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Webcasts   /   Battaríini javna vindin

Battaríini javna vindin

Battaríini javna vindin

1. partur í røðini um battarí skipan

Fortreytin fyri, at full nytta skal fáast úr vindmyllulundini í Húsahaga, er slóðbrótandi battarískipanin í Húsahaga.

Saman við útlendskum samstarvsfelagum er SEV farið undir at menna eina battarískipan, sum javnar sveiggini í vindinum. Ein battarískipan, sum ikki finst á marknaðinum í løtuni.

Í fyrsta partinum um battarískipanina í Húsahaga verður greitt frá avbjóðingunum, sum skulu loysast, um vindurin skal hjálpa SEV at røkka visiónini um eina 100 prosent grøna orkuveiting á landi í 2030.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking