Vindmylla fórst í illveðri

Vindmylla fórst í illveðri

Illveðrið í nátt við ógvusligum torusláttri og snarljósi bleiv endabresturin hjá elstu mylluni hjá SEV. Allir veingirnir hava fingið skaða og myllan er oyðiløgd. Enn ber ikki til at siga við vissu júst hvør orsøkin er, men roknað verður við, at tað er snarljós, sum er sligið niður. Hetta skal tó kannast nærri.

Arbeitt verður í løtuni við at tryggja økið, taka leysar lutir upp og surra tað fast, sum ikki kann takast upp beint nú.

Økið er tí sperrað, og fólk verða biðin um ikki at koma á staðið.

Henda Nordtank mylla, sum var fyrsta vindmyllan hjá SEV, hevur staðið á Vørðuni í Neshaga síðani 1993 og hevur framleitt inn á netið líka síðani.

Myllan koyrdi eftir umstøðunum heilt væl, men stóð til at verða tikin niður um eini tvey - trý ár.

01.10.2021
SEV 75 ár
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking