Vegarbeiði orsøk til streymslit í Havn

Vegarbeiði við gamla Velbastaðvegin var orsøk til streymslit í býlingunum Millum Horna og undir Gráasteini í uml. tveir tímar seinnapartin mánadagin 24. oktober, tá tveir kaðlar vórðu grivnir av.

Streymurin fór um fýra tíðina og kl. 18 høvdu øll fingið streymin aftur.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking