Veðrið ávirkaði streymveitingina í Suðuroy jólaaftan

Ringu líkindini jólaaftan høvdu við sær streymslit í Suðuroy millum kl. 18.13 og 18.30.

Nógvur vindur, vátakavi og klaki á linjunum hevði streymslit við sær. 20 kV linjan millum Vág og tvøroyri sló saman og viðførdi, at verjuskinir koplaðu vindmyllur, synkronkompensator og battarískipanina úr.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking