Vattenfall gevst í Póllandi

Svenska fyritøkan selir øll verk síni í Póllandi fyri tilsamans 16,8 mia. svenskar krónur.

Svenska orkufyritøkan Vattenfall hevur selt øll orkuverk síni í Póllandi fyri tilsamans 16,8 mia. sv. kr.

Keyparar eru pólsku fyritøkurnar PGNiG og Tauron, skrivar Ny Teknik.

Yvirtøkan fer fram seinni í ár, eftir at kappingarmyndugleikarnir hava góðkent sølusáttmálan.

Ynskja grønari profil

Vattenfall ætlar í framtíðini at savna alla orku sína um teir tríggjar kjarnumarknaðirnar Svøríki, Týskland og Holland.

Í einum tíðindaskrivi sigur Vattenfall, at sølan fer at bøta um fíggjarliga fleksibilitetin hjá fyritøkuni og hjálpa til við at røkka málinum um at menna eina umhvørvisliga haldgóða orkuframleiðslu.