Varandi heimur í Norðurlandahúsinum

Varandi heimur í Norðurlandahúsinum

Varandi heimur, ráðstevna og framsýning um varandi orku, verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin og leygardagin 23. og 24. oktobur. Heitið hesa ferð er Grøn orka loysir seg. 

Fólk við fremstu vitan og royndum leggja fram og geva boð uppá, hvussu ferð kann fáast á grøna orkuskiftið. Fokust verður sett á møguleikarnar hjá okkum her heima og vit hoyra um royndir úr grannalondum okkara. 

Handilsfyritøkur sýna fram teirra boð uppá skilagóðar orkuloysnir til húsarhald og vinnu. Familjur og húsarhald leita sær góð ráð og íblástur um orkuoysnir, sum gagna umhvørvinum - og pengapunginum. 

Tað er ókeypis at vitja ráðstevnuna og ikki neyðugt við tilmelding.

 

Fríggjadagur fyri øll við áhuga fyri grøna orkuskiftinum

Fríggjadagin spyrja vit, hvat, ið skal til fyri at Føroyar gerast sjálvbjargnar við varandi orku? Vit seta fokus á, hvussu vinna, kommunur, landsmyndugleikar og húsarhald hvør sær og saman kunnu vera við til at seta ferð aftur á orkuskiftið.

 Vit hoyra leiðandi persónar á sínum øki greiða frá, eins og kjakast verður um loysnir og staðfest verður ábyrgd.

 Í kjakinum verða Eyðdis Hartman Niclasen, Elsa Berg, Ruth Vang, Hákun Djurhus Jóhan í Niðristovu og Niels Winther.

 

Leygardagur fyri teg og øll, sum ætla sær grøna orku

Leygardagin kunnu húsarhald kunna seg um møguleikar at fáa grøna orku. Familjur og einstaklingar kunnu leita sær íblástur og góð ráð um orkuoysnir, sum gagna umhvørvinum og sum kunnu spara nógvar krónur í pengapunginum.

 

Ansing og hugni til børnini

Vit vilja fegin, at familjur við børnum koma í Norðurlandahúsið at vitja Varandi heimin, og hava tí fingið námsfrøðinæmingar at ansa børnunum í Skálanum. Har verða hoppiborgir og gyklarin Ásbjørn fer at gykla, meðan foreldrini vitja básar ella lurta eftir fyrilestrum.

 

Xperiment framførir

Við livandi tónleiki byrja vit leygardagin, tá Xperiment fer at syngja kl 10.00.

 

Høgra stendur fyri handils- og ráðstevnuni. Umhvørvisstovan, Sev, Tórshavnar kommuna og Vinnuhúsið hava skipað ráðstevnuna. Fíggjarligir stuðlar eru: Hiddenfjord, Umhvørvisstovan, Sev og  Tórshavnar kommuna. Tú kanst vitja stóru veitararnar í Føroyum innan orku: Krosstein, Leif Mohr, Solskifer, Føroya Banka, Jarðhita, Thorfinn Nielsen, Mariu Poulsen, Vita Software, Hita og Sev.

Bjørt Samuelsen og Uni Arge eru stýra ráðstevnuni. Ráðstevnan verður stroymd.

Tak niður

Skrá fyri 23. og 24. oktober

Varandiheimur 2026