Væleydnað royndarkoyring av fyrsta Dragon Class sjóvarfalsorkuverkinum

Væleydnað royndarkoyring av fyrsta Dragon Class sjóvarfalsorkuverkinum

Fyrsta vikan við royndarkoyring av nýggja Minesto Dragon Class 4 orkuverkinum í Vestmannasundi er nú farin aftur um bak. Royndarkoyringin, sum eisini umfataði elframleiðslu og sannroynslu av kjarnufunktionalitetum var væleydnað.

Sjóvarfalsdrekin byrjaði beinanvegin at framleiða elorku inn á netið, og royndarkoyringin hevur gingið eftir ætlan.

“Tað er ein fragd at kunna boða frá, at fyrsta vikan við royndarkoyring av Dragon Class 4 hevur gingið væl. Allir staklutir hava virkað eftir ætlan, og elorka er framleidd inn á netið”, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

”Vit fóru undir elframleiðslu fyrsta dagin, so skjótt sum allar neyðugar forkanningar vóru gjørdar á fyrsta sjóvarfallinum. Dragon 4 roynist sera væl, og vit fara nú undir arbeiðið at fínjusterað stýriskipanina, so at sum mest av elframleiðslu fæst burturúr”, sigur Bernt Erik Westre, tekniskur stjóri í Minesto.

Sí video av sjósetingini

Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá Minesto www.minesto.se

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking