Útboð - undangóðkenning til byggi- og verklagsarbeiðið ísv. Mýruverkið II

Útboð - undangóðkenning til byggi- og verklagsarbeiðið ísv. Mýruverkið II

Arbeiðið við verkætlanini við pumpuskipanini í Vestmanna - Mýruverkið II - er nú komið so mikið áleiðis, at søkjast kann um undangóðkenning til at átaka sær byggiarbeiðið.

Undangóðkenning

Byggi- og verklagsarbeiðið ísv Mýruverkið II

Arbeiðstakarar verða við hesum bodnir at søkja um at verða undangóðkendir at geva boð uppá høvuðsarbeiðstøkuna Byggi- og verklagsarbeiðið ísv. Mýruverkið II.

Undangóðkenningartilfarið fæst við at venda sær til SEV á telduposti sev@sev.fo

Freistin at lata inn umbidnu upplýsingarnar er 12. desember 2022.

Elfelagið SEV

Landavegur 92

Postsmoga 319

110 Tórshavn

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking