SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Um hitapumpur

Um hitapumpur

Um hitapumpur
Viðmerking til grein um hitapumpur

Góði Aksel Petersen.

Havi við áhuga lisið grein tína, sum stóð á Vágaportalinum 16. juli, og eri eg komin til ta niðurstøðu, at bæði tú, eg og samfelagið kunnu gleðast um, at tú fekk tær eina luft til vatn hitapumpu í 2007.

Við íløgu tínari er tú sloppin undan at brúka gassolju. Við vanligum virknisstigum, sum hoyra til hitapumpur (COP mett til 3,0) og oljufýringar (90%), og við tí hitanýtslu, sum tú upplýsir, so hevur hitapumpan hjá tær í árunum 2007 til og við 2018 brúkt el fyri góðar 300.000 kr., meðan at tú hevði havt keypt gassolju fyri góðar 400.000 kr., um tú ikki fekk tær hitapumpu.

Hetta tíðarskeiðið hevur tú sostatt vunnið inn aftur meira enn allan kostnaðin av hitapumpuni, sum tú segði var áleið 80.000 kr. Útrokningarnar eru gjørdar við støði í prísunum á el og olju, sum hava verið hetta tíðarskeiðið

Eisini hevur tú við hitapumpuni spart umhvørvinum fyri útlát av koltvíiltu. Hóast SEV brúkar olju til partar av elframleiðsluni, so er hitaskipanin hjá tær, roknað yvir nevnda tíðarskeið, meira enn 80 % grøn.

Fyri góðan ordans skuld skal eg at enda nevna, at tað er ein løgtingslóg, sum ásetur tey krøv, ið hitapumpur skulu lúka, fyri at hesar kunnu fáa avsláttur í elprísinum.

Ynski tær eitt gott summar og gevi tær eina vinaliga heilsan

Hákun Djurhuus


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking