“Tað er óheppið um vindmyllulundin í Klivaløkshaga verður seinkað vegna eyka kanningar” sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.
Vindmyllulundin í Klivaløkshaga er partur av útbyggingarætlanini, sum orkumyndugleikin og Sev løgdu fram í 2023, og er ein týðandi partur av arbeiðnum at fáa eina burðardyggari elveiting.
Ein seinking í Klivaløkshaga er eitt afturstig í mun til grønu kósina, sum er til fyrimunar fyri okkum øll.
Hvør einasti kilowatttími á netinum, sum er framleiddur úr vindorku, er spard oljunýtsla á Sundi, sum er dýrari enn vindorkan.
Eitt av deilmálunum á grønu kósini er at byggja út, soleiðis at vindorkan í meginøkinum kann gagnnýtast enn betur. Tvs. soleiðis at um ársskiftið 27/28 fara vit at kunna koyra við 100% vindorku á netinum í meginøkinum, eins og til ber í Suðuroy, har streymveitingin í 110 samdøgur var 100% vindorka og battaríir.
“Arbeitt hevur verið miðvíst við hesum leingi, og tað er sera óheppið, um vindorkan úr Klivaløkshaga ikki verður tøk til tíðina, tí uttan ætlaðu 30 MW lundina í Sandoy ber ikki til at røkka hesum málinum”, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður.