Í sambandi við at løðistøðir verða umskrásettar til nýggju elbilaskipanina, uppliva vit tíverri, at summar løðistøðir missa sambandið og tí ikki rigga, sum tær skulu. Talan er í løtuni um Zaptec og Keba løðistøðir.
Um løðistøðin hjá tær ikki riggar, heita vit á teg at royna nakrar ferðir. Tað vísir seg, at sambandið ofta kemur av sær sjálvum eftir nakrar royndir.
Vinarliga haldið okkum til góðar.