SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Tiltøkini halda fram

Tiltøkini halda fram

Tiltøkini halda fram
Smittufyribyrgjandi tiltøkini, sum SEV hevur sett í verk, verða longd fyribils til og við 14. apríl.

Hetta merkir m.a., at eingin atgongd er til bygningarnar hjá SEV. Er tørvur á antin at heinta ella levera eitthvørt, skal avtala gerast um hetta frammanundan.

Tá nýggj støða er tikin til, hvørt tiltøkini skulu halda fram eftir 14. apríl, verður kunnað um tað.