Tekniskt brek orsøk til streymslit

Tekniskt brek orsøk til streymslit

Tað var tekniskt brek á einum motori á Sundsverkinum, sum var orsøk til streymslit í meginøkinum í ein lítlan tíma leygarmorgunin.

Streymurin fór kl. 8.05 og beint fyri kl. 9 høvdu øll fingið streymin aftur.

Tó var ólag á streymveitingini í Svínoy nakað longur. Kl. 15.45 var brekið rættað, og streymurin var aftur í Svínoy.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking