Tað gagnar umhvørvinum at seta vindmyllulundina upp

Tað gagnar umhvørvinum at seta vindmyllulundina upp

"Tað er bæði umhvørvisliga og búskaparliga burðardygt at gjøgnumføra verkætlanina í Klivaløkshaga", sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.

Síðan undirritaði seinast gjørdi vart við tað harmiliga í at seinka verkætlanini við vindmyllum í Klivaløkshaga í Sandoynni, eri eg fleiri ferðir spurdur um at útgreina útsagnirnar, og tað geri eg fegin. 

Fyrst og fremst er ætlaða vindmyllulundin í Klivaløkshaga sum áður nevnt sera týðandi fyri at fáa meira burðardyggan streym út í føroyska samfelagið. Nevndin í Sev hevur sett eitt heilt greitt mál at náa 100% við vindi í meginøkinum í 2027, men tað verður ikki møguligt, um verkætlanin við vindmyllulundini í Klivaløkshaga verður útsett. Tað er margháttiligt, at Sev og føroya fólk gera íløgur á uml. 700 mió. kr. fyri at kunna taka ímóti vindorkuni og gera Føroyar grønari, men at tað verður steðgað, og tískil koma hesar íløgur ikki at gera tann mun, vit annars høvdu væntað beinanvegin.

Meira vindur merkir minni olja og minni CO2 útlát. Verkætlanin kundi tí eisini minkað munandi um CO2 útlátið av elframleiðsluni í Føroyum.

Búskaparliga gevur verkætlanin eisini best meining fyri brúkaran. 

Stutt sagt í tølum tosa vit um  17.200 tons av olju, sum merkir 55.000 tons av CO2 og góðar 81 mió. kr. um árið, sum tað kostar Sev - og tær og mær - at brenna olju, heldur enn gagnnýta vindorkuna, sum átti at verið komin inn á netið við vindmyllulundini í Klivaløkshaga. Tó skal sigast, at vindorkan ikki er ókeypis, so netto eru eykaútreiðslurnar uml. 45 mió. kr. árliga.

Tí sigi eg, at tað burðardyggasta valið er ikki at steðga eini verkætlan, sum hevur verið í umbúna í fleiri ár, og har allar lógarkravdar kanningar longu eru gjørdar og góðkendar.

Um hendan verkætlanin verður steðgað, er tað bara enn eitt dømi um, hvussu torført tað er at gera langtíðar útbyggingarætlanir og veruliga royna at fáa eina burðardygga og sjálvbjargna elskipan.

Í meðan vit bíða, skulu 4 tangaskip eyka til Føroya við olju.

Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev

 

Les eisini: Týdning at fáa vindmyllulundina í Klivaløkshaga upp