SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Summarstørv í Suðuroy

Summarstørv í Suðuroy

Summarstørv í Suðuroy

Vit sóknast eftir fólki til Rakstrardeildina í Suðuroy

Uppgávurnar verða í høvuðsheitum at taka ellinjur niður í sambandi við, at elnetið í Suðuroy verður kaðallagt.

Vit sóknast eftir fólki, sum trívast væl við at arbeiða úti í náttúruni, og sum eru hampuliga væl fyri kropsliga. Koyrikort er ein fyrimunur, men ikki krav.

Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8 - 16 í tíðarbilinum frá 1. juli til hálvan august.

Arbeiðsstaðurin er Suðuroyggin, ofta í haganum. Hevur  tú spurningar ella vil vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Otto West á tlf. 225513.

Umsóknin skal stendast til starv@sev.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. juni 2021.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking