Streymslit í meginøkinum fríggjanáttina

Streymslit var um alt meginøkið náttina til fríggjadagin. Orsøkin var feilur á Sundsverkinum.

Streymurin fór kl. 02.40 og uml. ein tíma seinni høvdu flestøll fingið streymin aftur, tó ikki í Norðstreymoy. Sundalagið lá longst í streymloysi, men beint fyri kl. 5 var streymurin eisini aftur har.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking