Streymslit í meginøkinum fríggjadag fyrrapart

Streymslit í meginøkinum fríggjadag fyrrapart

Ein feilur á 60 kV linjuni millum Vestmanna og Sundsverkið hevði fyrrapartin við sær, at alt meginøkið misti streymin kl. 10:49. Smá trý korter seinni var streymurin aftur í øllum økinum, tó uttan í Vestmanna og Vágum.

Kl. 11:36 høvdu øll streymin aftur.

Fólk hjá SEV eru í fjøllunum fyri at finna feilin á linjuni.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking