Sólorkuframleiðsla vinnur fram

Sólorkuframleiðsla vinnur fram

Sólorka er í framgongd, og umframt sólorkuverkini hjá Sev, eru onnur privat munandi sólorkuverk sett upp.

Í Føroyum eru í løtuni skrásett 57 størri og smærri sólorkuverk kring alt landið, sum framleiða inn á elnetið hjá Sev.

Verkið hjá Sev í Sumba framleiddi 184.000 kWt, sum er 5% meira enn í 2024, meðan onnur sólorkuverk hjá Sev ávikavist á Landavegnum og á Strond komu upp á 23.442 kWt í 2025.

Sólorkuverk hjá privatum fyritøkum og húsarhaldum framleiddu tilsamans 387.553 kWt, og hava privat sólorkuverk nú yvirhálað framleiðsluna hjá Sev. Tilsamans var framleiðslan úr sól smáar 595.000 kWt, svarandi til uml. 120 tons av spardari olju.

 

"Tað er gott at síggja, at alsamt fleiri velja at fáa sær sólorkuverk", sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. "Sólorkuframleiðsla kann koma til at gera stóran mun júst í teimum mánaðunum, tá minni er til av regni og vindi."

 

Stórur munur er á, hvussu nógv framleiðsla er summar og vetur. Niðanfyri standandi mynd er yvirlit yvir ársframleiðsluna á sólorkuverkinum í Sumba í 2025.