Sløkk ljósið - Earth Hour 2026

Sløkk ljósið - Earth Hour 2026

Eins og undanfarin ár mæla vit til at sløkkja ljósið tíma jarðarinnar, sum er leygarkvøldið 28. mars, kl. 20.30 - 21.30.

Earth Hour er árligt tiltak, har heitt verður á fólk um allan heim at sløkkja ljós og aðrar elektriskar lutir í ein tíma, og heldur hugsavna seg um at vera saman og hugleiða um náttúruna og umhvørvið - og hvat vit øll, hvør í okkara lagi kunnu gera fyri jørðina.

Um tú ikki hevur hug at sita heima í myrkri, ber til at fara til okkurt av tiltøkunum, sum skipað verður fyri hendan tíman. M.a. skipar Sev fyri akustiskari konsert við kertuljósum á Havnarverkinum, men tað tiltakið er fullteknað.

Hetta er 20'nda ferðin, at tiltakið Earth Hour verður markerað. Tað byrjaði í Australia í 2007, og tiltakið hevur síðan breitt seg um allan heim.