Skaðar á loftlinjum orsøk til streymslit hósdagin 16. oktober

Skaðar á loftlinjum orsøk til streymslit hósdagin 16. oktober

Tað vóru skaðar á tveimum 60 kV loftlinjum ávikavist Vestmanna - Skálabotnur og Vestmanna – Sund, sum vóru orsøk til umfatandi streymslitini hósdag fyrrapart, ið høvdu við sær, at Norðoyggjar, partar av Eysturoynni, Norðstreymoy og Vágum lógu í streymloysi. 

Ein linja millum Vestmanna og Skálabotn var slitnað, og harafturat var feilur á linjuni millum Vestmanna og Sund. Tað er ilt at siga, hvørjar orsøkirnar til skaðarnar vóru. Okkara fólk fóru í fjøllini fyri at umvæla skaðarnar, og arbeiðið uppi yvir Hósvík bleiv liðugt seint hóskvøldið. 

Linjan Vestmanna - Sund verður umvæld í løtuni.

 Sí myndir niðanfyri

Linjuskaði_Hósvík 

Skaðar á linju millum Vestmanna og Skálabotn

 

Linjuskaði_Kvívík

Skaði á linju millum Vestmanna og Sund